Í Hoyrnini starvast, umframt Juttu Helgadóttir, ein audiologistur og eitt móttøkufólk, øll við drúgvum royndum.

Eitt hoyritól er ikki eitt stórt ting

Hagtøl vísa, at tíggjundi hvør hoyrir so mikið illa, at tey hava brúk fyri hoyritóli. Hetta gongur ikki bara út yvir teirra egnu lívsgóðsku, men rakar eisini tey avvarðandi. Kortini eru tað ikki øll, ið hava varnast tað - ella hava leitað sær hjálp, men her hevur Hoyrnin loysnirnar.

 

Tað er tíbetur stór broyting hend á hesum øki, og í dag eru fólk nógv meira tilvitað um, hvussu týdningarmikil hoyrnin er fyri okkum øll.

- Fólk eru nógv meira tilvitað um, at hoyrnin hevur alstóran týdning fyri trivnað, heilsu og arbeiðsføri. Stigmatiseringin av fólki við hoyritóli er eisini munandi minni í dag, enn hon var fyrr.

Tað sigur Jutta Helgadóttir, stjóri í Hoyrnini.

 

Hugburðurin broyttur

Hugburðurin mótvegis fólki, ið brúka hoyritól, er broyttur nógv, og í dag er meira vanligt, at yngri fólk taka hoyriroyndir og leita sær hjálp. 

- Ein orsøk til hetta er ivaleyst, at í dag er nógv lættari og stuttligari at brúka hoyritól. Hoyritólini eru vorðin nærum ósjónlig og digitala tøknin hevur við sær, at ljóðgóðskan er framúrskarandi. Harumframt kunnu nýggju hoyritólini knýtast saman við fartelefon, sjónvarp og onnur tól, og tey kunnu eisini stýrast við framkomnum appum á telefonini, leggur Jutta Helgadóttir aftrat.

 

Alment ískoyti til keyp

Øll, sum eru eldri enn 18 ár og hava ein staðfestan hoyrimiss, hava rætt til eitt alment ískoyti á 4.000 krónur fyri hvørt hoyritól. 

Hoyrnin umboðar og selur, sum einasti veitari í Føroyum, tey nýggjastu og mest framkomnu hoyritólini, sum finnast á marknaðinum í dag. 

- Vit merkja eisini, at fólk í alsamt størri mun ynskja hágóðskuhoyritól við nýggjastu tøkni av tí einføldu orsøk, at tey veruliga hoyra munin, sigur stjórin í Hoyrnini.

 

Fíggjarliga møguligt

Tað er eingin loyna, at tað kann vera ein stór íløga at keypa sær tey bestu hoyritólini. Harumframt skal eisini hugsast um garanti, trygging, viðlíkahald og ráðgeving. 

- Hetta eru vit hjá Hoyrnini tilvitað um, og tí bjóða vit nú viðskiftafólki eina spildurnýggja tænastu - HOYR lívið - sum er ein heildartænasta fyri ein fastan mánaðarprís.

Íroknað nýggju tænastuni eru allar neyðugar tænastur so sum trygging uttan sjálvsábyrgd, um hoyritólini blíva burtur, viðlíkahald av hoyritólum, árliga eftirmeting av hoyrnini og mangt annað.

- Á henda hátt er tað lættari hjá øllum at keypa tey røttu hoyritólini í mun til tørvin, og uttan at noyðast at hugsa so nógv um kostnaðin, sigur Jutta Helgadóttir.

 

Hoyrnin um alt landið

Hoyrnin er í dag ein vitanardepil og heildarveitari av øllum, ið hevur við hoyrnina at gera - alt frá professionelt formstoyptari hoyrivernd og hjálpitólum til heimið til mest framkomnu hoyritólini og alt neyðugt tilhoyri. 

Hoyrnin hevur klinikk í Havn, men hevur eisini regluliga viðtalu í Suðuroy, Sandoy, Runavík og Klaksvík.

 

Umhugsaði at gevast

Sigmund Poulsen umhugsaði at gevast at arbeiða orsakað av sínum hoyritrupulleikum. Men, ein framkomin loysn við nýggjastu Audéo Paradise hoyritólunum og Roger borðmikrofonum gjørdi, at hann kundi halda fram í sínum arbeiði sum advokatur og undirvísari.

##med2##

Í Hoyrnini starvast, umframt Juttu Helgadóttir, ein audiologistur og eitt móttøkufólk, øll við drúgvum royndum.

- Hetta er munurin á at arbeiða og ikki at kunna arbeiða, sigur Sigmund Poulsen, advokatur.