Eitt lík er funnið í Kunoy

Tað er ikki greitt, hvør viðkomandi er, ella hvussu leingi líkið hevur ligið har

Løgreglan hevur í allan dag havt úr at gera við umfatandi kanningararbeiði í Kunoy. Løgreglan vil ikki siga so nógv um málið enn, men tað er greitt, at talan er um eitt lík, sum er funnið í Skriðudali.

- Vit hava funnið partar av einum persóni. Men vit hava enn ikki funnið út av, hvør viðkomandi er, og hvussu leingi viðkomandi hevur ligið har, sigur løgreglan við in.fo.

Tað var ein borgari, sum kom fram á hetta í gjár. Viðkomandi segði frá aftaná, og løgreglan hevur verið og kannað málið nærri í allan dag. Av tí at tað var farið at skýma í gjár, varð ikki farið til verka fyrr enn í morgun.

Løgreglan hevur kannað málið og er ikki komin til nakra niðurstøðu enn, men tað er greitt, at persónurin hevur ligið har leingi.

- Vit royna at fáa so nógv sum gjørligt burtur úr tí, sum er funnið, og vóna, at tað gevur okkurt meira ítøkiligt, Vit hava gjørt kanningar har úti og kanna enn okkurt. Tað er øgiliga ósikkurt enn, so vit royna at finna út av tí nú, sigur løgreglan.

Ein partur av kanningararbeiðnum er at finna út av, hvussu leingi líkið hevur ligið í haganum, og týdningarmesti parturin er at fáa eyðmerkt persónin. Tá løgreglan veit okkurt meira ítøkiligt, verður meira at frætta um málið.