Eitt ljósshow sum aldrin áður sæð á Gøtusandi

Savnsmynd

Savnsmynd

Endaligu fyrireikingarnar til ársins G! Festival eru væl ávegis. Sjálvur festivalurin byrjar hóskvøldið, men festivalurin væntar longu nógv fólk mikudagin, tá tjaldingarøkið letur upp.

Ein sum hevur úr at gera í hesum døgum er Sigvør Laksá, ið er stjóri og talskvinna fyri G! Festivalin, og letur hon væl at, nú tað einans eru nakrir fáir dagar til festivalurin fer av bakkastokki.

- Her sær út sum at festivalurin kundi byrja í kvøld. Báðir pallarnir eru komnir upp á pláss, tjøld eru reist ymsa staðni á økinum og nógv fólk eru longu komin. So tað byrjar at líkjast, sigur hon.

Sum stjóri hevur eina rúgvu at síggja til teir dagarnar tá festivalurin er, men hon hevur kortini nakrar konsertir, ið hon kundu hugsað sær at farið til.

- Eg eri farin at gleða meg mest til fyrstu konsertina á sandinum við Eivør, Gretu, Marius, Guðrið og Høgna. Tað eru nøkur klassanøvn, ið fleiri ferðir hava framført á G!, ið koma at framføra løg hjá hvørjum øðrum. Teitur fekk ikki verið við hesa ferð, men hann verður við á tann hátt, at nøkur av hansara løgum verða eisini við, sigur Sigvør, áðrenn hon byrjar at ramsa onnur hæddarpunkt upp.

- Í Íslandi var eg til konsert hjá Bodypaint, ið er Sakaris Joensen, Janus Rasmussen og nakrir íslendingar. Tað var ein ófatuliga góð konsert. Vit hava aldrin sæð teir fyrr í Føroyum og teir hava ikki givið nakað út, so eg gleði meg at uppliva teir á G!

- Í døgunum upp til festivalin havi eg eisini lurta nógv eftir Ferris & Sylvester. Tað er ótrúliga lekkur tónleikur, ið er eitt sindur meira fólkatónleikasligur. Hann er oyrafallandi, bleytur og góður. Og so má eg ikki gloyma Noah Carter, ið eg hoyrdi á Spot Festivalinum. Hann gleði eg meg eisini at hoyra, sigur Sigvør Laksá.

Og hóast hon ikki er størsti fjepparin av tónleikinum hjá útlendska høvuðsnavninum, so ætlar hon sær avgjørt oman á sandin sunnunáttina.

- Eg gleði meg eisini til Fatboy Slim. Ikki tí mær dámar tónleikin hjá honum, men tað verður eitt ljósshow sum aldrin áður sæð á Gøtusandi. Eg eri spent upp á hvussu tað fer at rigga hjá honum, sigur stjórin á G! Festivalinum. 

Savnsmynd