Eitt øgiligt buldur!

Tað var eitt rættiligt buldur, tá Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, fyri løtu síðan læt seinasta skotið av í Eysturoyartunlinum.

 

Eysturoyartunnilin er skotin í gjøgnum, og tað var Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, sum læt seinasta skotið av. Saman við hjálparfólkum fór landsstýrismaðurin úr høllini á Hálsi og 5.274 metrar inn í Eysturoyartunnilin Hvítanes-megin, har skotið skuldi latast av.

Rættiliga nógv fólk var samankomið á Hálsi til hátíðarløtu í kvøld, har fylgjast kundi við á stórskíggja, tá seinasta skotið fór at verða latið av. Eftir at røður vórðu hildnar, sum vit fara at venda aftur til, varð bíðað eftir, at Heðin Mortensen var komin upp á pláss inni í tunlinum at skjóta seinasta skotið.

##med2##

Fólk stóðu spent og hugdu upp á stórskíggjan. Á skíggjanum sóust bilar inni í Eysturoyartunlinum og Bergur Poulsen, tunnilsformaður, læt fjøldina vita, at einar tríggjar minuttir eftir, at bilarnir vóru burtur úr myndini, fór skotið at koma.

Og skotið kom eisini, og tað var ikki smávegis buldur, sum var bæði langt og hart. Tað var heldur ikki sørt, at fólk hvukku við, og tað rungaði í stóru hátalarunum í høllini. Nøgdin av dynamitti í hesum seinasta skotinum var eitt tons.

##med3##

Teitur Samuelsen, tunnilsstjóri, segði við In.fo, tá haldið byrjaði, at hetta seinasta skotið ikki bara var formelt, men eitt veruligt skot, sum breyt niður teir seinastu 4-5 metrarnar, sum vóru eftir at spreingja.

- Jú, tað er rætt, at er borað er millum veggirnar, soleiðis at trekkur følist ímillum, men hetta verður tað seinasta veruliga skotið. Gongst, sum ætlað, fara hesaferð teir seinastu metrarnir, sum skilja Streymoynna og Eysturoynna frá føstum sambandi undir havbotninum, segði hann.

##med4##