Eitt óheft NET er fortreyt fyri vælvirkandi kapping

TÍÐARGREIN: Fyri 20 árum síðan avtóku landsins myndugleikar monopolið á fjarskifti og lótu upp fyri kapping. Nú komandi løgting møguliga fer undir at skapa fría kapping á el-marknaðinum er vert at læra av royndunum frá fjarskiftismarknaðinum.

Ein tíðargrein var á in.fo tann 04. september um el-marknaðin í Føroyum, har víst var á royndirnar frá fjarskiftismarknaðinum seinastu 20 árini. Hesar viðmerkingar verða gjørdar, tí nøkur viðurskifti verða viðgjørd á slíkan hátt í greinini, at hetta kann elva til misskilningar.

Síðan NET varð sett á stovn í 2005, sum dóttirfelag hjá Føroya Tele, hevur felagið virkað sum høvuðsveitari av grundleggjandi tænastum til fjarskiftisveitararnar í Føroyum. Umframt at vera veitari av tænastum til m.a. breiðband, er NET eisini grundarlag undir báðum farnetunum í landinum, sum veitari av infrakervinum til hesi net.

Afturat uppgávuni at veita tænastur á høgum støði hevur net eisini aðrar uppgávur, t.d. at viðgera veitararnar uttan mismun og tryggja gjøgnumskygni kring sítt virksemi. Nógv atlit eru tikin fyri at veita trygd fyri hesum.

Tá NET upprunaliga varð sett á stovn, varð innskotið frá móðurfelagnum 115,5 milliónir krónur, harav 85 milliónir var partapeningur og 30,5 milliónir var yvirkursgrunnur. Frá 2005 til 2016 vóru tilsamans 140 milliónir krónur lætnar til móðurfelagið sum vinningsbýti. Ein yvirkapitalisering bleiv harvið afturborin, og samstundis veitti móðurfelagið rentufría fígging eftir tørvi.

Í 2017 bleiv tann broyting gjørd, at tá fígging skal fáast til vega, tekur NET lán til hetta uttanífrá. Síðan 2016 hevur NET ikki latið vinningsbýti til móðirfelagið. Nevnast kann eisini, at NET øll árini síðan 2005 hevur gjørt íløgur fyri o.u. 20 milliónir krónur um árið.

Tað eru størri avbjóðingar í at útbyggja fjarskiftisnet í Føroyum, enn í flestu av okkara grannalondum. Hóast hetta eru prísir á fipur og heilsølutænastum til breiðband ikki hægri enn í grannalondum okkara. Hettar staðfesta tær “Benchmark” kanningar, sum Fjarskiftiseftirlitið javnan ger, har NET verður sammett við lond sum Danmark, Norra, Svøríki, Ísland og Luxenbourg.

Leitast má tí eftir øðrum orsøkum til at útsøluprísurin á breiðbandinum er hægri enn í flestu av grannalondunum. Til dømis kann tann sannroynd, at Føroyar er eitt fjarskotið oyggjaland, við einum lutfalsliga lítlum marknaði avgjørt vera ein orsøk til hetta.

Flestu húski í Føroyum kunnu fáa eina ferð á breiðbandinum, sum er 50Mbit ella hægri. Hettar er eisini galdandi í flestu av smærru bygdunum. Tó hevur NET sett sum mál at útbyggja fipurnetið til at røkka øll húsarhald og allar fyritøkur í landinum. Hettar er neyðugt, soleiðis at fylgjast kann við áhaldandi vøkstrinum á breiðbandsferðunum.

Eitt óheft NET er fortreyt fyri vælvirkandi kapping. Um nývalda Løgting vil hyggja eftir eini fyrimynd til, hvussu el-marknaðurin skal skipast, er tað ikki óhugsandi, at royndirnar frá fjarskiftismarknaðinum kunnu brúkast sum eitt gott dømi upp á hetta.

 

Páll H. Vesturbú

Stjóri í NET