USA sent flogbera í Persaflógvan

Amerikanska herleiðslan hevur gjørt av at senda flogberan George H.W. Bush í Persaflógvan.

Tað er gongdin í Irak ta seinastu tíðina, sum hevur fingið amerikonksu herleiðsluna at senda flogberan í Persaflógvan, haðani flogførini kunnu søkja at ISIS-álopsmonnunum, sum hava tikið seg fram í Irak í seinastuni.

 

Barack Obama, forseti, segði í gjár, at USA fer ikki at senda herfólk til Irak, men at hann hevði givið herleiðsluni boð um at kanna, hvørjir møguleikar eru at steðga ISIS, sum hevur boðað frá, at Bagdad er næsta málið. 

 

Tíðindastovan AP skrivar frá embætisfólki í Washington, at talan kann blíva um álop við vanligum bumbuflogførum og ómannaðum flogførum.