Eitt risa framstig fyri sjúklingar í Suðuroy

Skannarin, sum Suðuroyar Sjúkrahús fekk tíðliga í ár, er ikki tikin í brúk enn - men tey vóna, at tað kann verða nú

Tíðliga í ár varð eitt stórt ynski hjá Suðuroyar Sjúkrahúsi, gingið á møti. Tað var, tá ið tey loksins fingu ein skannara, sum tey hava ynskt sær í langa tíð.

Men hóast tað eru fleiri mánaðir síðani at tey fingu skannaran, er hann ikki tikin í nýtslu enn. Men Hans Pauli Henryson, stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi sigur, at hann vónar, at tað verður nú í hesum mánaðinum, at skannarin kann verða tikin í nýtslu.

Tað er ikki av fíggjarligum ávum, at skannarin ikki er tikin í nýtslu enn. Ætlanin er, at í ta fyrstu tíðina er ætlanin at skannarin skal rekast í samstarvi við serkøn heilsustarvsfólk, radiografar, á Landssjúkrahúsinum.

Og tað, tey hava bíðað eftir, er at tað samstarvið verður fingið í lag, og lagt í eina fasta legu.  Tað merkir, at tá ið fólk verða løgd í skannaran, verða myndirnar sendar, talgilt, sendar á Landssjúkrahúsið, har radiologurin lesur tær.

Sum sum sagt vónar hann, at hetta kann verða loyst nú í september, so at skannarin kann takast í nýtslu.

Skannarin fer at fáa avgerandi týdning fyri sjúklingar í Suðuroy.

Suðuroyar Sjúkrahús sendir yvir 200 sjúklingar á Landssjúkrahúsið um ári til CT skanningar. Í summum førum meta læknarnir eisini, at tað er bráðneyðugt at at fáa eini sjúkugreining sum skjótast, og sostatt mugu sjúklingar sendast til Havnar við tyrlu, viðhvørt í ringum veðri.

Skannarin, tey nú fáa á Suðuroyar Sjúkrahúsi, nøktar 90 prosent av øllum skanningum, tey hava tørv á at gera. Og allir hesir sjúklingarnir sleppa nú undan at verða sendir til Havnar, tí hereftir kunnu teir skannast á Suðuroyar Sjúkrahúsi.