Eitt risa framstig fyri sjúkrahúsið – og fyri suðuroyingar

Í dag verður eitt stórt ynski hjá Suðuroyar sjúkrahúsi, veruleiki

Í dag er ein stórur dagur á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Tað er nevniliga í dag, at skannarin, sum varð útvegaður fyri einum ári síðan, loksins verður tikin í nýtslu.

– Í dag er skannarin klárur at taka í nýtslu, so er brúk fyri eini skanning, eru vit klár til tað, sigur Hans Pauli Henryson, stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

At fáa ein skannara hevur leingi staðið rættiliga ovarliga á ynskilistanum hjá Suðuroyar Sjúkrahúsi, tí á hvørjun ári verða fleiri hundrað suðuroyingar sendir á Landssjúkrahúsið til skanningar.

Men stjórin sigur, at skannarin er ikki bara fyri suðuroyingar, tí er tað brúk fyri at senda sjúklingar aðrastaðni í landinum til skanningar á Suðuroyar Sjúkrahúsi, er einki í vegin við tað.

 

##med2##

Tað er annars meiri enn eitt ár síðani, at skannarin varð útvegaður, og síðani hevur tað fylt reættiliga nógv í hugaheiminum á stjóranum at fáa hann tiknan í nýtslu, Eitt, sum hevur manglað, er at fáa radiografar til passa skannaran,

Í hesum sambandi vórðu tveir radiografar settir í starv á Suðuroyar Sjúkrahúsi tann 1. apríl og síðani hava teir arbeitt við at rigga skannaran til, og at royna hann. Og í dag verður so farið undir regluligar skanningar.

Og nú er tað so komið so langt, at skannarin er klárur at verða tikin í nýtslu. Og skannarin er tøkur alt samdøgurið, alt árið, so umframt at gera skanningar, sum eru lagdar til rættis, kunnu tey eisini altíð gera bráðneyðugar skanningar, tá ið tað er neyðugt.

Tað merkir, at nú sleppa hundraðtals suðuroyingar undan at verða sendir á Landssjúkrahúsið, umframt at sjúklingar kunnu koma aðrastaðni frá til Suðuroyar.