Eitt stig nærri sólorku í Sumba

Sólorka í Sumba skal geva so nógva orku, sum 32 hús brúka, og tað fer at spara 35 tons av olju

Soleiðis fer fótbóltsvøllurin í Sumba at síggja út um ikki so leingi

Soleiðis fer fótbóltsvøllurin í Sumba at síggja út um ikki so leingi

Nú verður skjótt klárt at seta eitt sólorkuverk upp á gamla fótbóltsvøllinum á Krossinum í Sumba. Hetta er ein ætlan, SEV hevur arbeitt við í eina tíð, og nú hevur bygdaráðið í Sumba givið SEV byggiloyvi til ætlanina.

SEV sigur, at ein meting er eisini gjørd fyri, hvussu hetta fer at ávirka umhvørvið, og SEV hevur somuleiðis søkt Orkudeildina á Umhvørvisstovuni um loyvi at fara undir verkið.

Tá hesi viðurskiftini eru avgreidd, , verður klárt at fara undir arbeiðið at seta sólfangarar upp á vøllinum. Sum skilst skal umleið helvtin av vøllinum brúkast til endamálið.

SEV sigur, at tey hava gjørt avtala við eina fyritøku um at útvega sólfangararnar. Hetta eru sólfangarar, sum verða mettir at vera væl hóskandi til viðurskiftini í Føroyum, tí umframt at gera streym úr beinleiðis sólarljósi, gera tey eisini streym úr vanligum dagsljósi.

 Tað verður tó allarhelst ikki fyrrenn næsta summar, at tað fer at bera til at siga, hvussu sólorka roynist í Føroyum.

– Tá neyðugu loyvini eru fingin til vega, skal økið gerast klárt, og sólfangarar og transformarastøð skulu setast upp. Hetta arbeiðið verður væntandi gjørt eftir summarfrítíðina og so verða sólfangararnir settir upp í heyst -men tá gongur móti myrkari tíðum.

– Vit eru sera spent at síggja, hvussu sólorkan roynist sigur Terji Nielsen, menningarleiðari hjá SEV, í einum tíðindaskrivi, og her hugsar hann bæði um sjálva framleiðsluna, og um hvussu sólfangararnir tola føroyska veðurlagiå við nógvum vindi og avfalli.

Kanningar vísa, at øll sólorkuskipanin, sum skal setast upp í Sumba kann gera umleið 160 MWt av streym um árið tað er svarar til nýtsluna hjá 32 húskjum. Hetta svarar so aftur til eina oljusparing á Vágsverkinum á umleið 35 tons.

Í sambandi við ætlanina skal ein mátistøð, sum mátar hita, vætur, vindferð, ætt og sólstráling, eisini setast upp fyri alla tíðina at kunna meta um, hvussu nógv hetta gevur.

 – Sumbiar kommuna hevur líka síðan byrjanina víst stóran áhuga og verið sera lagalig at samstarva við, sigur Terji Nielsen, menningarleiðari hjá SEV.

Soleiðis fer fótbóltsvøllurin í Sumba at síggja út um ikki so leingi