Eivør at hoyra í brellbita fyri útlendska sendirøð

Talan er um sendirøðina Losing Alice, sum skal vísast á Apple TV Plus

Fyri 10 árum síðani gav Eivør eitt coverlag út av "Hounds of Love" hjá legendarisku bretsku sangarinnuni Kate Bush. Nú hava framleiðararnir av sendirøðini Losing Alice funnið fram til lagið og valt at brúka tað í trailaranum til sendirøðina.

Sendirøðin Losing Alice verður send fyrstu ferð hin 22. januar á Apple TV Plus. Talan er um eina ísrealeska sendirøð, sum snýr seg um ein kvinnuligan filmsleikstjóra og hennara kærleikslív.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at røddin hjá Eivør er at hoyra í einari sendirøð. Føroyska sangarinnan hevur til dømis lagt rødd til ein trailara fyri Game of Thrones, og serliga er hon kend fyri ljóðbandið handan sendirøðina "The Last Kingdon", sum hon hevur gjørt saman við skotska komponistinum John Lunn.

Trailarin til Losing Alice liggur á YouTube, og tú kanst síggja hann her:

##med2##

Um tú ikki hevur hoyrt Eivørsa útgávu av "Hounds of Love" hjá Kate Bush, so kanst tú hoyra hana her:

##med3##

 

 

 

Losing Alice — Official Trailer | Apple TV+

Eivør - Hounds Of Love