Eivør við nýggjum sjónbandalagi

Fyri tveimum vikum síðani gav Eivør út staklagið Sleep On It frá komandi fløguni SEGL, sum kemur út 18. september í ár, og í dag er Eivør til reiðar við sjónbandalagnum til Sleep On It.

– Sjónbandalagið varð filmað og framleitt í Íslandi í ruðuleikanum av sóttarhaldi, COVID - 19 og allari óvissuni, sum fylgdi við. Dugnaligi Einar Egils hevur framleitt, og Tómas Lemarguis, sum vit millum annað kenna frá ”Blade Runner 2049”, og ”X-Men: Apocalypse”, leikar høvuðsleiklutin, sigur Eivør um nýggja sjónbandalagið.

Søgan í sjónbandalagnum er skrivað av Einari og Elias K. Hansen. 

Stemningurin er rættiliga myrkur og er ein tulking av sanginum, sum millum annað snýr seg um svøvnloysi og um truplar avgerðir, ein er noyddur at taka í lívinum. 

Teirra tulking ljóðar soleiðis : 

Heimurin er  í upploysn. Tey núlivandi eru niðurbundin og hava verið tað so leingi, tey minnast. 

Tey eru frá sær sjálvum. 

Tey trúgva, at Eivør er einasta vónin, um tey skulu yvirliva, og tí má hon offrast.  

Við hesari offring fella tey í ein ævigan, friðfullan svøvn.