El-bilur er ein møguleiki

Tema um bilar: - Vit eiga øll at gera okkara besta fyri at verja umhvørvið, sigur landsstýriskvinnan í almannamálum.

 

 

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, sum umsitir almannamál í landsstýrinum, koyrir í einum Mercedes-bili, sum er umleið eitt ára gamal. Hetta er diesel-bilur, og landsstýriskvinnan sigur, at hon er væl nøgd við bilin, sum hann er.

- Bilurin steðgar, tá hann er í tómgongd. Sjálvsagt vildu vit altíð ynskt, at ein bilur brendi minni, men eg haldi ikki, at hesin bilurin brennur nógv, og hann brennur helst minni enn nakar annar bilur, sum eg havi havt.

Men heldur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, at el-bilar eftir hennara tykki eru eitt alternativ til bensin ella diesel? - Tað er ógvuliga trupult hjá mær at siga, men tað er greitt, at el-bilar eru ein møguleiki, kanska heldur enn eitt alternativ.

Landsstýriskvinnan heldur tað sjálvsagt vera positivt, at eisini bilførarar eftir bestu sannføring vilja vera so grønir sum tilber. - Vit eiga øll at gera okkara besta fyri at verja umhvørvið, leggur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir aftrat.