Elcon letur upp nýggja deild í Fuglafirði

- Deildin er ein partur av vøkstrinum hjá okkum. Vit hava tvey stór arbeiði í Fuglafirði í løtuni, har skúlin er annað, og nýggja ítróttarhúsið er hitt, sigur stjórin í Elcon.

Tað er her í bygninginum, at Elcon í Fuglafirði fer at halda til.

Tað er her í bygninginum, at Elcon í Fuglafirði fer at halda til.

 

Mánadagin 20. januar frá klokkan 13 til 17 verður almenn móttøka í Fuglafirði í samband við, at el-fyritøkan Elcon, sum hevur sítt høvuðssæti í Saltangará, letur upp deild í Fuglafirði. Við almennu løtuna fer lokali Stanley Samuelsen at spæla og syngja nakrar sangir, og borðreitt verður við pinnamati, kaffi og køkum.

Nýggja deildin verður í leigaðum hølum, har eitt nú gamli Føroya Sparikassi áður hevði deild. Gjøgnum tíðirnar hevur eisini ymiskt annað virksemi verið í hesum hølum.

Karstin Joensen, sum eigur og rekur Elcon, sigur, at nýggja deildin í Fuglafirði ikki á nakran hátt fer at taka frá deildini í Saltangará, sum framhaldandi verður høvuðssætið hjá fyritøkuni.

- Deildin í Fuglafirði er ein partur av vøkstrinum hjá okkum. Vit hava tvey stór arbeiði í Fuglafirði í løtuni, har skúlin er annað, og nýggja ítróttarhúsið er hitt.

Stjórin í Elcon vísir á, at í Fuglafirði er nógv vinnulív og nógv virksemi, umframt at hetta er eitt rættiliga livandi økið.

- Deildin í Fuglafirði verður rikin fyri seg, og tað verður Abraham Løkin, sum kemur at standa á odda fyri henni. Deildin verður mannað við trimum fólkum, harav eitt av fólkunum verður ein el-lærlingur.

Elcon fer sum skjótast at lýsa eftir el-lærlingi til nýggju deildina í Fuglafirði.

Karstin Joensen sigur seg vóna, at fólk og vinna í økinum fara at taka væl ímóti deildini, og hann sigur, at deildin fer at gera tað hon er ment til tess at veita tær tænastur, sum økinum tørvar.

Hjá Elcon í Fuglafirði kunnu viðskiftafólk keypa alt vanligt til el, sum einstaklingar og vinna eftirspyrja.

- Vit halda, at Fuglafjørður er eitt ógvuliga spennandi øki. Vit hava valt at satsa, og vit vóna, at einstaklingar og vinnulív vilja verða við til at tryggja okkum tilverugrundarlag í Fuglafirði.

##med2##

Stjórin vísir á, at tey stóru arbeiðini, sum Elcon í løtuni hevur, eru sum áður nevnt stóru byggiverkætlaninar í Fuglafirði, ein koplingsstøð á Sundi, har Articon arbeiðir fyri SEV, fýra størri útstykkingar ávikavist í Gøtu, Runavík og á Strondum – og so 18 íbúðir, sum KBH byggir fyri Bústaðir á Toftum.

- Haraftrat hava vit ymisk onnur størri og smærri arbeiði ymsastaðni, leggur Karstin Joensen aftrat.

Ein av seruppgávunum hjá Elcon er, at fyritøkan eigur útgerð til at leita eftir kaðlum, skráseta kaðlar og finna brek á kaðlum.

- Vit hava trý tól til endamálið, og vit hava spesialiserað okkum í hesum. Soleiðis gera vit nógvar ymiskar leitiuppgávur fyri bæði størri og smærri kundar, eitt nú kommunur, tryggingarfeløg og FT Net, sigur Karstin Joensen, stjóri í Elcon, sum bjóðar øllum hjartaliga vælkomnum á gátt í nýggju hølunum í Fuglafirði mánadagin.

Hjá Elcon starvast í løtuni 11 fólk, harav fimm lærlingar.

##med3##

Tað er her í bygninginum, at Elcon í Fuglafirði fer at halda til.

Stjóri og eigari av Elcon, sum hevur sítt høvuðssæti í Saltangará, er Karstin Joensen.

Tað verður lokali Stanley Samuelsen, sum fer at syngja og spæla til almennu móttøkuna í Fuglafirði.