Eldraøkið raðfestast høgt

Síðani eldraøkið í 2015 varð flutt frá landinum og út til kommunurnar at umsita, hevur hetta verið ein stór avbjóðing hjá Tórshavnar kommunu, eins væl og hjá øðrum kommunum. Men hóast nógv er gjørt rætt, er framvegis pláss fyri batum, so vit kunnu styrkja eldraøkið.

Fyrst og fremst eiga vit altíð at gera okkum greitt, at vit skylda okkara eldru góð ellisár, og tí eiga vit at raðfesta eldraøkið høgt og syrgja fyri, at neyðug játtan er til alt tað, ið krevst. Her kunnu vit ikki spara sum á øðrum økjum, tí hetta eru teir borgarar, ið hava lagt lunnar undir tað samfelag, vit hava, og teimum unna vit bara tað besta.

Eldraøkið er í allar mátar eitt stórt og víðfevnt øki, men vit í Javnaðarflokkinum hava sum mið og mál, at okkara gomlu skulu hava røkt, endurvenjing, heimahjálp, víðari dagtilhald og øll tey tilboð, vit kunnu veita teimum. Tað ræður um at geva innihald og meining í gerandisdegnum, og her eiga vit ikki at spara, men at gera alt tað, sum skal til.

Eisini eiga vit at hava í huga tey avvarðandi, sum mangan gera eitt so stórt arbeiði sjálv fyri síni næstu, og har vilja vit fegin lyfta fram umlætting, ansingarsamsýning, demensumsorgan og annað, ið eisini kann lætta um hjá teimum avvarðandi, so tey ikki verða ovbyrjað, men kunnu njóta løturnar saman við sínum gomlu.

Starvsfólkini hava so ómetaliga stóran týdning fyri ellisárini hjá so mongum. Tey gera eitt stórt arbeiði, ið vit øll seta stóran prís uppá, og teimum eiga vit at tryggja betri karmar og fleiri tímar, umframt at vit mugu syrgja fyri, at nóg nógv starvsfólk eru til allar uppgávur, eldraøkið hevur at taka sær av.

Sum eg havi nevnt onkra aðrastaðni, tosa vit ikki um nakra eldrabyrðu, ið summi eru farin at siga, tá ið vit tosa um eldraøkið, men heldur um, at vit vilja takka teimum, sum ígjøgnum eitt langt lív hava givið samfelagnum so nógv.

 

Heðin Mortensen

Javnaðarflokkurin