Eldsálin Ann fyllir 60 ár

Í 35 ár hevur Ann úr Klaksvík gjørt so stóran mun á barnaheiminum í Uummannaq, at tað hevur vakt ans í Grønlandi og so nógva aðrastaðni

mynd: Tórbjørn Jacobsen

mynd: Tórbjørn Jacobsen

Tað er ikki farið stillisliga aftur við borðinum í grønlendsku fjølmiðlunum, at tað í dag eru 60 ár síðani, at Ann Andreasen, sum er ættað úr Klaksvík, varð fødd.

Føðingardagsgreinar og samrøður eru at síggja, og tey eru heilt nógv, sum ynskja til lukku og takka henni fyri risastóra avrikið, sum hon hevur framt og framvegis útinnir á barnaheiminum í Uummannaq.

Tað eru 35 ár síðani, at Ann fór til Grønlands at arbeiða, og tað eru 30 ár síðani, at hon varð leiðari á barnaheiminum. Her hevur setningurin øll árini verið at lyfta børn, sum eru so illa fyri av lívsins royndum, at tað hevur kenst vónleyst hjá teimum at fáa fatur á endanum og liva eitt vanligt lív.

Óvanliga eldhugað, miðvís og við framúr gávum at fáast við starvsfólk, bygdarfólkið, vinnulívið, politiska myndugleikan og listafólk og onnur – í Grønlandi og burturi í heimi – hevur tað eydnast Ann veruliga at gera mun soleiðis, at nógv børn av álvara eru komin fyri seg og nú hava lívsgóðsku, sum eingin prognosa bendi á, at tey fóru at vinna.

Tíðindini um Ann og hennara avrik í Uummannaq eru borin um Grønland, Føroyar, Danmark og aðrastaðni í heiminum. Eitt nú í filminum, sum hon syrgdi fyri varð framleiddur um barnaheimið og børnini. Hon hevur vunnið fleiri heiðrar fyri merkisverda avrikið. Eitt nú ársins eldsál í Grønlandi í 2019 og í 2013 heiðursgávu úr minnisgrunninum eftir Ebbe Munck. Henda prísin handaði Margreta drotning henni. Í tí sambandi takkaði drotningin fyri gestablídni, tá ið hon og Henrik prinsur tvey ár frammanundan vitjaðu á barnaheiminum.

Ann hugsar um børnini og at bera teimum tryggleika og kærleika. Hon takkar starvsfólkunum og øllum hinum, sum hon samstarvar við og dugir at fáa fígging og annan stuðul frá. Hon sigur, at hon einki kundi einsamøll, og tey, sum hava innlit í viðurskiftini, vita, at barnaheimið, ið er vorðið fyrimynd hjá øðrum og mynsturdømi hjá myndugleikunum, siga, at hetta er fyrst og fremst motorinum í arbeiðnum og visioneru Ann fyri at takka.

Ann Andreasen er ættað úr Klaksvík. Foreldrini eru Maria og Karl Andreasen. Maria er dóttir Aleksandru og Kaj Johannesen, og Karl er sonur Sigrid og Símun Andreasen. Maria og Karl fingu tríggjar døtur – Ann, Sigrun og Heidi.

Familjan flutti fyri nógvum árum síðani til Keypmannahavnar, og foreldrini og systrarnar búgva framvegis á flatlondum.

Ann leyk prógv í Danmark, og hon var 25 ára gomul, tá ið hon fór undir avbjóðingina, sum í 35 ár hevur verið eitt og alt hjá henni, og sum hevur gjørt so stóran mun í Uummannaq og í Grønlandi.

Har hevur hon havt og hevur við børn at gera, sum eru rakt av so tungum lagnum, at tað ikki ber til at ímynda sær. Onnur høvdu ivaleyst givið skarvin yvir fyri mongum árum síðani, men soleiðis er Ann ikki. Ann er full í orku og gongur við lív og sál upp í tað, sum kennist meiri sum eitt kall enn eitt starv.

- Hóast tað eru tungar avbjóðingar, sum vit arbeiða við, so er lønin at síggja tey ungu, tá ið tað eydnast. Tey ungu geva mær so nógv, at tað er framúr at uppliva, sigur Ann í samrøðu við Sermitsiaq á 60 ára føðingardegnum.

- Eg kenni meg ikki at vera 60. Eg kenni meg sum 20 ára gamla og við 40 ára eyka royndum, sigur Ann og flennir í eyðkenda lagnum.

Spurningurin er, hvussu leingi Ann fer at halda fram í leiðarastarvinum, sum hon nú hevur røkt í 30 ár.

-Eg taki ein dag ísenn, tí vit vita ikki, hvussu leingi vit eiga heilsuna, sigur Ann Andreasen, sum grønlendingar í dag fagna, nú hon hevur 60 ára føðingardag.

mynd: Tórbjørn Jacobsen