Eldur í bili í Árnafjarðartunlinum

Uml. kl. 20:30 varð boðað frá eldi í einum bili, ið var staddur í Árnafjarðartunlinum.
Av somu orðsøk er tunnilin stongdur í løtuni.

Soleiðis skrivaði løgreglan í fráboðan á sínum facebook vanga í kvøld.

Løgreglan sigur annars, at eingin álvarsligur mansskaði er, og at fólkini eru fingin út í øllum góðum, og at eldurin er sløktur.

Nú verður arbeitt við at fáa uppkolaða bilin út, og síðani skal ymiskt eftirkannast.

Tá hetta er gjørt, letur tunnilin uppaftur, sigur løgreglan.

Myndir: Hoyrikur Joensen

##med2##

##med3##

(mynd: Otto Justinussen)