Eldur í gravmaskinu

Umleið klokkan 18 í gjár kom eldur í eina gravmaskinu, sum stóð við eini privathús í Fútalág í Havn.

Tórshavnar Sløkkilið var skjótt á staðnum og sløkti eldin. Tað tók umleið 20 minuttir at sløkkja, upplýsir átaksleiðarin.

Maskinan stóð tætt við sethús, men av tí at sløkkiliðið bar skjótt at, hendi ikki annar skaði.

Talan var um eina 3 tons gravmaskinu. Arbeitt hevði verið við maskinuni fyrr um dagin, men tá ið eldur kom í, hevði hon staðið still eina løtu. Vakthavandi á Løgreglustøðini upplýsir eisini, at fyrr um dagin hevði onkur elektrikari arbeitt upp á maskinuna.

Gravmaskinan er illa farin.