Eldur í raðhúsum í Hoyvík

Fyrr í morgun kyknaði eldur í einum raðhúsum í Jørundargøtu í Hoyvík. Sløkkiliðið kom skjótt á staðið, og teir arbeiða enn við at sløkkja og avmarka skaðan

Mynd: Álvur Haraldsen

Mynd: Álvur Haraldsen

Vakthavandi á politistøðini sigur, at húsfólkini eru sloppin úr húsunum í øllum góðum, og at eingin fólkaskaði hevur verið orsakað av hesum.

Vakthavandi sigur, at tey vita bara um, at eldur er í tí eina húsinum, og sløkkiliðið roynir at avmarka, so at eldurin ikki breiðir seg.

##med2##

##med3##

##med4##

 

Fráboðanin kom klokkan 9:49, og øll tilbúgvingin varð send avstað.

Sum myndirnar vísa, so er skaðin á húsini stórur.

 

Mynd: Álvur Haraldsen

Mynd: Álvur Haraldsen

Mynd: Álvur Haraldsen

Mynd: Tróndur Arge