Eldur kom í ein bil í nátt

Øll fingu bjarga sær úr bilinum

Í nátt kom eldur í ein bil, sum kom koyrandi eftir vegastrekkinum ímillum Skálabotn og Skipanes.

Løgreglan sigur, at trý fólk vóru í bilinum og tey fingu øll bjarga sær út, og eingin fekk skaða.

Boð vórðu send eftir sløkkiliðnum, men roynt varð eisini at sløkkja við pulvursløkkjara, men tað gjørdi ikki mun.

Ein annar bilur, sum kom koyrandi, tók tey trý fólkini upp í. Løgreglan sigur, at nú skal bilurin til kanningar í eini roynd at finna orsøkina til eldin.

Løgreglan sigur, at annars varð ein bilførari tikin í gjár, sum er skuldsettur fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum.