Eldurin kyknaði í kjallaranum

Um nátturðatíð í gjárkvøldið fekk alarmsentralurin fráboðan um, at eldur var í einum húsum í Miðvági.

Savnsmynd

Savnsmynd

– Talan var um eini hús í trimum hæddum. Tann, sum búði í miðhæddini boðaði frá, at har var nógvur roykur, og hann visti ikki, hvat var á vási. Sløkkiliðið kom á staðið og staðfesti skjótt, at eldur var í kjallaranum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Í kjallaranum var ein íbúð og eitt verkstað, men eingin var inni.
Eldurin var skjótt sløktur, og um eldurin ikki gjørdi nógv um seg, so var stórur vatnskaði, sigur vaktleiðarin, tí eitt vatnrør var brosið í eldinum, og tí kom nógv vatn inn í húsið.

Savnsmynd