Elis Poulsen er farin

Kendi útvarpsmaðurin Elis Poulsen er deyður 67 ára gamal

Elis Poulsen var kendur sum væl upplagdur útvarpsmaður við eyðkendum sandoyarmáli

Elis Poulsen var kendur sum væl upplagdur útvarpsmaður við eyðkendum sandoyarmáli


Elis Poulsen doyði í gjárkvøldið 67 ára gamal.

Elis Poulsen var fram um alt annað kendur sum útvarpsmaður. Røddin við eyðkenda sandoyarmálinum var í 30 ár at hoyra í Útvarpinum, og Elis hevði tætt samband við lurtararnar í sínum sendingum.

Hann gjørdi sendingar sum Máltráðin, Millum fjals og fjøru, Á tónatingi, Frívaktin og Upp á tá.

Í nógv ár tosaði Elis Poulsen við óteljandi fólk, sum kundu ringja til Máltráðin at velja sær sang. Hetta var ein serstøk sending, sum Elis dugdi væl at gera. Hann megnaði at lofta sær, líkamikið hvør ringdi inn, og hvat tey høvdu hug at tosa um.

Elis Poulsen var eisini ein profilur í ólavsøkusendingum hjá Útvarpinum, og hann stórtreivst á havnargøtum í hátíðarlagi á ólavsøku, har hann hitti fólk til eitt prát. Elis ferðaðist eisini nógv kring landið at gera sendingar.

##med2##
Seinnu árini var Elis Poulsen serliga kendur fyri at gera sendingina Upp á tá. Hann spældi norðurlendskan dansitónleik fyri føroyingum, og hendan sending hevur verið sera væl umtókt kring landið – serliga millum dansandi fólk. Seinnu árini gjørdi Elis sendingina saman við Finnur Olsen.

Elis Poulsen var skopuningur, men búði á Sandi. Hann var giftur Jonnu Krog Poulsen, og saman áttu tey tvey børn – eina gentu og ein drong.

Seinnu árini viknaði heilsan hjá Elisi orsakað av Parkinson sjúku.

Elis Poulsen var kendur sum væl upplagdur útvarpsmaður við eyðkendum sandoyarmáli

Kringvarpið flaggar í hálvari stong í dag (Mynd: Kringvarp Føroya)