Elisabeth fór til sjós: - Tað er ongantíð ov seint

- Tað er barasta so fantastiskt at sigla, sigur Elisabeth Nybo, sum stongdi matstovu sína á Viðareiði fyri heldur at royna seg sum skipskokk umborð á MS Rólandi

Elisabeth Nybo í kabússuni umborð (Mynd: TJ-myndir)

Elisabeth Nybo í kabússuni umborð (Mynd: TJ-myndir)

- Í hesum aldrinum plagar man ikki at fara í holt við nakað so garvilt sum at fara til sjós. Men tað er ongantíð ov seint at royna nakað nýtt.  

Orðini eigur tann nú fyrrverandi matstovueigarin Elisabeth Nybo, sum fyri sløkum tveimum árum síðani tók avgerð um at steingja eyðkendu matstovu sína í Viðareiði og fara til skips.

- Havi eg lív og heilsu, so haldi eg fram sum skipskokkur. Tað er barasta so fantastiskt at sigla!

Í Vikuskiftis Sosialinum ber til at lesa langa samrøðu við fryntligu Elisabeth, sum greiðir frá lívinum umborð og skiftinum frá teimum bonaðu gólvunum í matstovuni til havið og dúrkið.

Elisabeth Nybo í kabússuni umborð (Mynd: TJ-myndir)