Elisabeth Poulsen til Liberia sum trúboðari

Í heyst fer danski missiónsfelagsskapurin Promissio í samstarvi við føroyska felagsskapin Tæn Afrika at senda Elisabeth Poulsen av Skála út sum trúboðara til Liberia

Ætlanin er, at Elisabeth Poulsen skal vera partur av skúladeildini hjá Luthersku kirkjuni í Liberia, har hon skal arbeiða við at menna lærararnar við ráðgeving og skeiðum, skrivar trubodin.fo.

Meirilutin av lærarunum á teimum 28 skúlunum, sum kirkjan rekur, hevur onga formliga læraraútbúgving, og tí er stórur tørvur á meira innliti í ymiskar undirvísingarhættir og námsfrøðiliga grundan.

Elisabeth Poulsen byrjar í starvi sínum fyrst í oktober, og ætlanin er at ferðast millum Føroyar og Liberia. Tað merkir tríggjar-fýra mánaðir úti og so ein mánað heima, her hon skal hava møtir og greiða frá arbeiðnum.

Fyri Tæn Afrika merkir tað, at felagsskapurin nú hevur verkætlanir í trimum londum, Suðurafrika, Etiopia og nú eisini Liberia.


Arbeitt í trimum londum

Elisabeth Poulsen er útlærd lærari og hevur fyrr arbeitt fyri Promissio/Dansk Ethioper Mission í bæði Botsvana og Etiopia, har hon hevur undirvíst børnum og vaksnum. Hon verður tann fyrsti persónurin í Promissio, sum hevur arbeitt í øllum trimum londunum, sum Promissio arbeiðir ella hevur arbeitt í.

Í juli mánaði vitjaði Elisabeth í Liberia saman við Simon Schøler Kristensen, samskiparanum hjá Promissio fyri altjóða missión, har tey hugdu at landinum og heilsaðu uppá komandi starvsfelagar hennara í skúladeildini.


Meinigheitshúsið á Skála stendur aftanfyri

Nú Elisabeth Poulsen verður send út sum trúboðari, hevur Meinigheitshúsið á Skála, har Elisabeth Poulsen hevur gjørt eitt stórt arbeiði, játtað at gerast sendimeinigheit. Tað merkir, at tey standa aftanfyri og stuðla, bæði við forbøn og peningaliga.

Sjálv útsendingin verður í Skála kirkju leygarkvøldið 21. september klokkan 19, skrivar trubodin.fo.