Ellisheim ella sjúkrahús fara eisini at verða rakt

– At tað hevur eydnast væl við okkara strategi í Føroyum higartil at avmarka smittuspjaðingina, kann vera falskur tryggleiki. Tað er sera stórt sannlíkindi fyri, at smittan eisini fer at koma inn á okkurt ellisheim ella á sjúkrahús, og tá verður støðan ein onnur, sigur Shahin Gaini, yvirlækni

Mynd: Álvur Haraldsen

Mynd: Álvur Haraldsen

Serlæknin í ígerðarsjúkum (infektiónssjúkum) á Landssjúkrahúsinum hevur úr at gera í hesum døgum, nú hann bæði virkar sum lækni, ráðgevi, partur av tilbúgvingini og nógv annað.

– Fleiri stara seg blind og halda, at vit kunnu lata landið upp aftur, bara tí at tað hevur gingið hampiliga væl í Føroyum, og at tað higartil hevur eydnast at verja tey veiku og sjúku. Men vit, sum hava skil fyri smittuspjaðing, vita, at brádliga kann tað koma ein ógvusligur vøkstur í smittuna. Og um tað hendir, kann smittan gera nógv um seg, sigur Shahin Gaini.

Hann vísir á, at vandin er ikki av.

– Tað fara eisini at koma meira álvarsamir tilburðir av covid-19 í Føroyum. Vónandi vera tað tó ikki nógvir tilburðir. Vit eru í eini sera hættisligari støðu, og sannlíkindi eru stór, at vit fara at fáa álvarsama sjúk fólk okkara millum. Smittan er ikki komin inn á ellisheim ella sjúkrahús enn, men vit skulu rokna við, at hon fer at raka onkrastaðni har. Og tað er vandamikið. Tá verður støðan ikki so góð, sigur Shahin Gaini.


Skúlar stongdir til eftir summarfrítíðina

Hann sær fyri sær, at støðan við at landið er stongt ella í hvussu er partvíst stongt, kann gerast drúgv.

– Nógv verður tosað um, at vit mugu byrja at lata upp aftur. Eg tosi út frá tí heilsufakliga, og eg haldi, at vit skulu vera sera varin. Tað kann gott vera, at skúlar ikki skulu lata upp aftur fyrr enn eftir summarfrítíðina, og tað kann eisini vera, at allur ítróttur skal vera uttan áskoðarar restina av árinum, sigur yvirlæknin.

##med2##

Hann vísir á, at um ov nógv verður latið upp, so kann smittan koma sum ein brestur og gera nógv um seg. Hann heldur tí, at ístaðin eigur at vera latið upp í smáum.

– Vit vita, at børn kunnu vera ein stór smittukelda, tí at tey eru í tøttum sambandi við hvørt annað. So er eisini vandi fyri, at tey kunnu bera smittuni inn í tey ymisku heimini og út í samfelagið. Tí skulu vit vera varin. Kanska heldur lata upp í smáum. Vit síggja eisini, at nøkur onnur lond lata upp í smáum, sigur Shahin Gaini.

 

Lesið alla samrøðuna við Shahin Gaini, serlækna og yvirlækna, sum vaks upp í Iran, Føroyum, Norra og Danmark. Í dag er hann ein av serfrøðingunum, sum veit mest um covid-19, ikki bara í Føroyum eisini í øllum Norðurlondum. Øll samrøðan er í vikuskiftissosialinum, sum fæst til keyps í sølubúðum kring landið.

Mynd: Álvur Haraldsen

Mynd: Álvur Haraldsen