Elmar Ósá: 452 kilometrar fyri Autismufelagið

Sí myndirnar her

 

50 ára gamli Elmar Ósa fór tíðliga í morgun undir eina stóra verkætlan - ein tvífaldan "ironman". Hann skal tilsamans renna, svimja og súkkla 452 kilometrar. 

Í morgun svam hann 7,6 kilometrar í Svimjihøllini í Gundadali. Aftaná tað fór hann undir súkklitúrin, sum skal vera 360 kilometrar langur, og til síðst verður renningin á skránni, sum svarar til tvey maraton - altso 84 kilometrar.

Ætlanin er at klára alt í einum - uttan svøvn og longri steðg, og hann væntar at koma á mál í annaðkvøld klokkan 18.

##med4##

Endamálið er at stuðla Autismufelagnum, og í tí sambandi savnar hann pening inn til felagið. Les meira um tað á facebooksíðu hansara her: 452 kilometrar fyri Autismufelagið.

In.fo var á staðnum í morgun, tá hann júst hevði svomið teir 7,6 kilometrarnar. Sí myndirnar niðanfyri:

##med2##

##med3##

##med5##

Fleiri myndir eru her:

##ms##