Elsta fólk í Føroyum: Kala 105 ár í dag

Í dag fyllir Kala Vang Jensen, Sumba, 105 ár. Hon er búsitandi á Suðuroyar Ellis- og Røtktarheimi, og dagurin verður hildin við børnunum, og eftir almennu tilmælunum.

Kala er elsta fólk í Føroyum.

Um Kalu Vang Jensen kann sigast, at at hon er fødd 3. sept 1915. Hon var ein av 9 systkjum í Kálvhúsinum á Glyvrum.

Hon kom sum 9 ára gomul suður til Sumbiar í Kálgarð til ommu sína. Tey vóru so góð við hana har, at hon flutti ongantíð norður aftur.

Kala bleiv gift við Johannes Jensen, Sumba, í 1941. Tey áttu 6 døtur. Hon var altíð sera arbeiðssom, og hevði sera lætt lyndi, siga tey, ið kenna hana best.

Niðanfyri eru nakrar myndir av Kalu á lívsleið hennara.

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##