ELT á konsertferð í Føroyum

 

Sum partur av Vetrarjazz 2020 kemur bólkurin ELT til Føroya, at spæla saman við  Dáva Juul Magnussen og Kingobólkinum úr Tjørnuvík, - 

og kemur norð í Sundalagið at kunna seg um Kingo sang.

 

 

Bólkurin ELT er mannaður av Kit Downes (orgul) og Tom Challenger (saksofon) úr Bretlandi, umframt Ingebjørg Loe Bjørnstad (sang) úr Noregi. Tey spæla frítt improviseraðan tónleik, sum er grundaður á siðbundnar gamlar norskar sálmar frá framúrskarandi Ingebjørg, og settur saman við einkla, róliga og kensluríka undirspælinum hjá Kit og Tom, í hava spælt sum duet í nógv ár hjá eitt nú navnframa plátufelagnum ECM Records. Hesin bólkurin gandar saman tey allarminstu ljóðini, og laðar tey upp í stórar, flottar og langrøknar konstruktiónir.

 

ELT ferð norð í sundalagið at spæla konsert saman við Dáva Juul Magnussen og Kingobólkinum úr Tjørnuvík í Norðaskála Kirkju sunnudagin 26.januar, kl.16.00. Konsertin verður ein samanrenning millum føroyskan og norskan siðbundnan tónleik, og nýmótans improviseraðan tónleik, og Kingo sangurin fer at ávirka gandakenda ljóði hjá ELT og Dáva.

 

ELT fara síðani til Havnar at spæla fyrstu konsertina á Vetrarjazz 2020 sama dag, sunnudagin 26. januar, kl.19.30 í Finsen, í Havn. Á hesi konsertini sleppa eisini miðnámsnæmingar frá musikskúlanum at royna seg.

 

Umframt konsertirnar ferð manningin í ELT at hava verkstovu um fríða improvisatión á musikskúlanum í Havn leygardagin kl 15.00, og Dávur Juul Magnussen fer mánadagin 27.Januar at vitja Skúlan við Streymin og musikskúlan í Sunda kommunu at undirvísa í tónleiki, tónleikasøgu og tónleikavísind.

--------------

 

Samrøða við fortíðina

 

Forkunnug Konsert í Norðskála Kirkju sunnudagin 26.Januar kl.16.00

 

 

 

 

Talan er um bólkin ELT, sum saman við  Dáva Juul Magnussen skipa fyri felagskonsert við Kingobólkinum úr Tjørnuvík, í Norðskála Kirkju sunnudagin 26.januar kl.16.00.

 

 

 

 

 

 

 

Dávur Juul Magnussen er solo trombon í Royal Scottish National Orchestra, og hevur fyrr skipa fyri konsert í Sunda Kommunu. Hetta var stóra horn konsertin, Bergmál, á pollinum í Saksun. Hann hevur arbeitt saman við tónleikarunum í ELT fyrr, og tá hugskotið um at fara til Føroyar stakk seg upp, var Dávur vísur í at hesir tónleikarar máttu sleppa at uppliva veruligan Kingo sang.

 

 

 

 

 

Dávur: “Eg veit at Kingobólkurin ferð at geva mær og ELT stóran íblástur. Kingo sangurin er eitt frumkent eindømi sum vit eiga í Føroyum. Løgini eru skapt í ávísari isolatión og skilja seg tí frá øllum ørðum. At lurta eftir honum, er sum at síggja beinleiðis aftur til okkara forfeðrar. Tað kennist næstan sum teir sita har beint við liðina á tær meðan tú lurtar, og hetta er tað sum fólkini í ELT eisini vilja uppliva og skapa. Vit eru sera heppin at eiga okkara egna Kingobólk sum heldur hesum serliga ljóðinum livandi.”

 

 

 

 

Konsertin verður ein samanrenning millum føroyskan og norskan siðbundnan tónleik, og nýmótans improviseraðan tónleik, og Kingo sangurin fer at ávirka gandakenda ljóði hjá ELT og Dáva. Konsertin verður ein livandi samrøða við fortíðina.

 

 

 

 

Konsertin verður kl.16.00 í Norðskála Kirkju.

##med2##

##med3##