Elton John: – Eg var 24 tímar frá deyðanum

- Eg bað um, at eg mátti sleppa at liva og síggja børn míni aftur, sigur Elton John, sum í 2017 varð raktur av krabbameini.

- Í tvey samdøgur lá eg á intensivari deild, og um náttina kom ræðslan, sigur Elton John.

- Í tvey samdøgur lá eg á intensivari deild, og um náttina kom ræðslan, sigur Elton John.

Tónleikakongurin, Elton John, sum í dag er 72 ár, fortelur í nýggjari bók um, hvussu hann lá og bønaði og bað um at sleppa at liva eftir eina skurðviðgerð fyri prostatakrabba fyri tveimum árum síðan. 

Tá hann fekk sjúkugreiningina prostatakrabba í 2017, fortaldi hann ikki um hetta fyri almenninginum. Í staðin fyri kyknueitur og stráling, valdi hann heldur at fáa eina skurðviðgerð fyri sjúkuna.

Í sínari komandi ævisøgu skrivar hann, at hann helt eina skurðviðgerð vera betri enn at hava sjúkuna "hangandi  oman yvir familjuna" í einari langdrignari viðgerðargongd.

Sjálv skurðviðgerðin verður umrødd sum serstakliga væleydnað, men eftir 10 dagar føldi Elton John, at okkurt ikki var, sum tað skuldi.

Hann hevði nevniliga fingið eina álvarsliga ígerðarsjúku. - Tað vísti seg, at eg var raktur av sjaldsomari fylgdarsjúku eftir skurðviðgerðina, skrivar hann sambært Daily Mail.

- Eg var 24 tímar frá deyðanum, sigur hann. Í tvey samdøgur lá hann á intensivari deild, og um náttina kom ræðslan.

Elton John sigur, at hann lá har púrasta einsamallur og bað bønir. Hann bað um, at hann mátti sleppa at liva og síggja børn síni aftur. 

Kendi tónleikakongurin býr saman við hjúnarfelaga sínum, David Furnish, sum er 56 ár, og teir hava synirnar Zachary, sum er átta ár og Elijah, sum er seks ára gamal.

##med2##

- Í tvey samdøgur lá eg á intensivari deild, og um náttina kom ræðslan, sigur Elton John.