Elton John heirðaður við serligum mynti

77 ára gamli bretski sangarin fær sín egna mynt sum viðurkenning fyri serligu tónleikaligu yrkisleiðina

Royal Mint gevur út ein minnismynt fyri Elton John. - Foto: The Royal Mint / Elton John/Reuters

Royal Mint gevur út ein minnismynt fyri Elton John. - Foto: The Royal Mint / Elton John/Reuters

Heimskendi bretski sangarin Elton John verður annar bretski listarmaðurin, sum verður heiðraður við einum minnismynt í røðini hjá Royal Mints við tónleikalegendum. Tað skrivar tíðindastovan Reuters.

Fyrr er sami heiður latin rokkbólkinum Queen.

Tað er stovnurin hjá bretska statinum, Royal Mint, ið hevur einkarrætt at gera myntir í Bretlandi, sum ger minnismyntirnar.

– Tað er ein serligur heiður at verða viðurkendur á henda hátt, sigur 77 ára gamli Elton John.

Á myntinum, sum listamaðurin Bradley Morgan Johnson hevur sniðgivið, sæst Elton John við eyðkendu brilunum og einum summarstráhatti at heiðra yvir 50 ára drúgvu tónleikayrkisleið hansara.

Elton John, sum var kosin riddari í 1998, hevur selt yvir 250 milliónir plátur og hevur havt eina rúgvu av heimshittum sum »Candle in the Wind«, »Rocket Man« og »Your Song«.

– Elton John er uttan iva tann bretska tónleikalegendan og ein av teimum bestu sangarum og sangskrivarum í sínum ættarliði, sigur Clare Maclennan, sum hevur ábyrgdina fyri minnismyntum hjá The Royal Mint, sambært tíðindastovuni AAP.

Vegna koronuútbrotið hevur Elton John verið noyddur at steðgað síni drúgvu endakonsertferð.

Myntirnar við Elton John kunnu bíleggjast á heimasíðuni hjá Royal Mint. Myntirnar verða gjørdar bæði í gull- og silvurútgávu.

/ritzau/

Royal Mint gevur út ein minnismynt fyri Elton John. - Foto: The Royal Mint / Elton John/Reuters