EM undankapping: Handtøkur framdar fyri rasismu

Bulgarska løgreglan hevur nú eyðmerkt fimtan menn - og handtikið seks teirra - í samandi við EM undakappingardystin millum Bulgaria og Ongland fyrradagin

 

Ongland hølvaði Bulgari av 6-0 í Sofia mánakvøldið, og undir dystinum vóru fleiri bulgarsk viðhaldsfólk, ið róptu rasistik róp oman á vøllin. Eisini gjørdu tey apu-ljóð og nazi-heilsanir frá áskoðaraplássunum.

Tað, sum kanska serliga er átaluvert, er, at fleiri av starvsfólkunum á leikvøllinum gjørdu tað sama, eftir at hava tikið gulu arbeiðsvestarnar av.

Tað var serliga enski leikarin Tyrone Mings, ið stóð fyri skotum, og upptøkurnar av dystinum fangaðu týðiliga, tá Mings gjørdist greiður yvir, hvat gekk fyri seg.

Tá venjarin hjá enska landsliðnum, Gareth Southgate, gjørdist varugur við rópini, gjørdi hann fjórða dómaranum boð um hetta, og dysturin varð steðgaður, meðan átala og áheitanir vóru at hoyra í hátalarum um at gevast við atburðinum.

Dysturin varð steðgaður upp aftur eina ferð seinni.

Forsetin fyri bulgarska fótbóltssambandið, Borislav Mikhailov, varð noyddur at leggja frá sær orsakað av hendingini, og fleiri hava heitt á UEFA um at senda Bulgaria úr kappingini.

Hinir níggju menninir eru verða í løtuni kannaðir av bulgarsku løgregluni, og tríggir teirra eru eftirlýstir.