H71 vann á KÍF

Bogdan Florea(17 mál) og tveir væl upplagdir málverjar hjá H71 vunnu hoyvíkingum dystin móti KÍF

H71 hevur í dag vunnið 28-25 á KÍF í høllini í Hoyvík. KÍF er framvegis oddalið í Atlantic Airways deildini, meðan H71 nú kemur upp á 6 stig saman við Kyndli.

 

Talan var um spennandi og hendingaríkan dyst í Hoyvík. H71 var á odda at kalla allan dystin, men tað var ikki fyrr enn móti endanum, at luft kom niður til KÍF. Serliga Ári Dam og Tóraldur Kollsker spældu væl. Hetta gjørdi at KÍF ikki fekk týdningarmiklu málini móti endanum.

 

Dagsins maður í Hoyvík var tó Bogdan Florea, sum skoraði ikki færri enn 17 mál! Hann skoraði snøgt sagt upp á alt, sum royndi.

 

H71 - KÍF28-25 (15-13)

H71: Bogdan Florea 17, Rúni Højgaard 3, Hallur Biskopstø 3, Tróndur Arge 3, Sigmundur Nolsø 1

KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 8, Nicklas Selvig 7, Andrias Nielsen 3, Rúni Joensen 3, Rasmus Junker 2, Rógvi Weyhe 1, Jákup Trygvason 1

 

Liðugt: Tóraldur Kollsker tók alt seinastu minuttirnar í málinum hjá H71. KÍF hevði upp til fimm 100% møguleikar seinastu minuttirnar, men hvørja ferð bjargaði Tóraldur.

55.min: (26-23) Spenningurin er í hásæti í løtuni. H71 hevur munin, men næstu bóltarnir eru avgerandi.

48.min: (24-20) Jakob Jónsson, venjari hjá KÍF tekur time out. KÍF kemur til møguleikar, men teir fáa ikki bóltin í mál, meðan H71 ikki skal hava so nógv pláss fyri at umseta til mál.

47.min: (23-20) Bogdan er aftur heitur og skorar trý mál upp í slag. Nú hevur H71 takið á dystinum.

43.min: (19-20) "H71 time out" Fyri fyrstu ferð í dystinum er KÍF á odda. Tað var Andrias Nielsen, sum skoraði málið. H71 hevur akkurát spælt við tveimum í undirtal.

37.min: (17-16) Nicklas Selvig hevur fingið gongd í málskjótingina og gongur á odda, nú KÍF arbeiðir seg inn í aftur dystin.

31.min: (17-13) H71 byrjar seinna hálvleik við at skjóta tvey mál. Tað fyrsta skorar Bogdan Florea, sum nú hevur skotið 10 mál í dystinum.

Seinni hálvleikur:

 

Hálvleikur: (15-13) H71 er á odda við tveimum. Tað er serliga takka verið Bogdan Florea, sum skjýtur eitt mál fyri og annað eftir. Sigandi fyri avrikið hjá honum er seinasta málið í fyrra hálvleiki, har hann buldrar bóltin í báðar stengurnar og so inn.

Tað er minni munurin millum liðini, men KÍF hevur ikki megnað at gjørt sær dalt av yvirtalsstøðum. Petur Mittún, venjari hjá H71, vil í hálvleikinum hava orðið á dómararnar, sum hann ikki metur hava dømt heilt rætt í nøkrum støðum stutt fyri hálvleik. Millum annað fekk Hallur Biskopstø eina útvísing fyri at senda hondina upp í andlitið á Andriasi Nielsen.

 

Málskjúttar:

H71: Bogdan Florea 9, Rúni Højgaard 2, Jónas Djurhuus 1, Sigmundur Nolsø 1, Hallur Biskopstø 1, Tróndur Arge 1

KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 4, Nicklas Selvig 3, Andrias Nielsen 2, Rasmus Junker 2, Rúni Joensen 1, Jákup Trygvason

 

21.min: (9-8) "Time Out - H71" Petur Mittún tekur time out. KÍF hevur júst brent brotskast.

20.min: (9-7) Leikferðin er minkað nakað og tað gongur ikki líka skjótt sum í byrjanini. Málverjarnir í báðum endum gera bjargingar.

9.min: (4-4) H71 byrjar væl og er á odda 3-0, men KÍF svarar aftur og í løtuni er javnleikur 4-4.

Dysturin er byrjaður: Høllin í Hoyvík er stúgvandi full og tað er spenningur undan dystinum millum nummar eitt og tvey frá landskappingini í fjør.

 

Atlantic Airways deildin:

Team Klaksvík – Kyndil 31-24 (19-16)

Team Klaksvík: Sámal á Tjaldrafløtti 10, Petjvic Zarko 8, Igor Igor Petrikeev 5, Jens Pauli Mohr 5, Dánjal Kjærbo 3,

Kyndil: David Edvardsen 7, Bjarni Sørensen 6, Josef Abrahamsen 4, Hans Áki Dal Christiansen 3, Andrias Sólskjer 2, Høgni Klein Olsen 2

 

Neistin - StÍF 24-23 (15-10)

 

Støðan:

1.     KÍF 8(stig)

2.     Neistin 8

3.     VÍF 8

4.     Kyndil 6

5.     H71 6

6.     StÍF 4

7.     Team Klaksvík 2