Emil úr Lønneberg-stjørna er deyð

Tað er ikki fyrr enn nú, at almenningurin er kunnaður um, at Maud Hansson Fissoun er deyð.

 

 

Maud Hansson Fissoun, sum spældi við í sendirøðini um Emil úr Lønnebergi, er deyð, 82 ára gomul. Tað veit Aftonbladet at siga.

Maud Hansson Fissoun doyði hin 1. oktober, men tað er ikki fyrr enn nú, at almenningurin hevur fingið at vita um deyðsfallið.

Í sendirøðini spældi hon tænastugentan, og hon spældi eisini við í filmunum hjá Ingmar Bergman, Det syvende segl og Jordbærstedet.

##med2##

Tað var Astrid Lindgren, sum skrivaði røðina av barnabókmentum um Emil úr Lønnebergi.