Endamálið er at gera árið í ár so ringt sum gjørligt

Hendan samgongan hevur longu slept endanum, siga tey í andstøðuni

Tey vilja hava Jørgen Niclasen at taka hetta aftur, og at leggja eitt ábyrgdarfult uppskot fyri Løgtingið, sum tey málbera seg

Tey vilja hava Jørgen Niclasen at taka hetta aftur, og at leggja eitt ábyrgdarfult uppskot fyri Løgtingið, sum tey málbera seg

Soleiðis sum vit hava ávarað um, hevur nýggja landsstýrið longu slept einum ábyrgdarfullum fíggjarpolitikki.

Tað halda tey trý umboðini fyri andstøðuna í Fíggjarnevndini, Aksel V. Johannesen, Kristina Háfoss og Ruth Vang.

Les eisini: Seinasta samgonga hevur skyldina av at pengar mangla í

Løgtingið viðger eitt uppskot um at játta meiri pening til ymisk endamál, og tey siga, at nettupp tað málið er eitt dømi um, at samgongan hevur slept endanum.

– Fyri at dylja hetta, tosar landsstýrið um, at tað er neyðugt við eini eykajáttan tí tað liggja so nógvar ógoldnar rokningar í landsstýrinum. Hetta er beinleiðis ósatt og endamálið er, at úrslitið í ár skal gerst so ringt sum møguligt, halda tey í andstøðuni.

Tað skal gerast soleiðis, at útreiðslurnar í ár skulu verða so stórar sum gjørligt fyri at minka um yvirskotið, og fyri at seta undanfarnu samgongu í ringt ljós. Og samstundis verður tað lættari at fáa eitt gott úrslit á fíggjarlógini fyri næsta ár.

Eitt nú halda tey, at tað er óneyðugt at játta 21milliónir afturat til Hvalbiartunnilin í ár, og tað er eisini óneyðugt at játta 21 afturat til H bygningin á Landssjúkrahúsinum.

Tað er eisini óneyðugt at framskunda 4,6 milliónir til Talgildu Føroyar - og fyri fyrstu ferð í søguni eru 9,4 milliónir játtaðar til lønarvøkstur, sum eingin veit nakað um.

Tað er enntá so, at peningur loypur av á nøkrum økjum í ár, og sjálvt hendan pening, tekur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ikki við í eykajáttanina, leggja tey afturat.

Tey vísa á, at í búskaparfrágreiðingini, ið fylgir við fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár, verður víst á, at minst 28,4 milliónur loypa av íløgunum í ár.

– Sjálvandi átti landsstýrið at brúkt hetta til at gera eykajáttanina útreiðsluneutrala, sigur andstøðan í Fíggjarnevndini.

Tí heita tey rætt og slætt á samgonguna um at taka hesa eykajáttan aftur og ístaðin koma í Løgtingið við eini nýggjari eykajáttan, ið er grundað á ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk, sum tey málbera seg. 

Tey vilja hava Jørgen Niclasen at taka hetta aftur, og at leggja eitt ábyrgdarfult uppskot fyri Løgtingið, sum tey málbera seg