Endamálið var at tryggja at Huawei fær rættvísa viðferð

Kinesiski sendiharrin í Danmark vísir aftur, at hann hevur hótt føroyingar við handilsavtalu.

Kinesiski sendiharrin í Danmark, Feng Tie, hevur ikki hótt landsstýrið.

Tað ger hann greitt í samrøðu við DR Nyheder.

– Eg havi á ongan hátt hótt føroyskar politikarar, sigur Feng Tie.

Fleiri danskir politikarar hava ávarað ímóti at lata Huawei standa fyri 5G netinum, tí teir óttast, at Kina kann brúka tøknina til njósning.

Søgan um møguliga trýstið frá Kina kom fram eftir eina loyniliga upptøku av samrøðu millum Helga Abrahamsen, landsstýrismann, og aðalstjóra hansara, Herálv Joensen, har aðalstjórin greiddi honum frá innihaldinum av fundi millum landsstýrið og kinesiska sendiharran – ein upptøka, sum kom upp á bandið hjá Kringvarpinum, sum var í ferð við at gera samrøðu við landsstýrismannin, tá aðalstjórin dró hann til viks at kunna hann um fundin.

Sendiharrin viðgongur, at tosað varð um Huawei á fundinum.

– Sum kinesiskur sendimaður í Danmark er tað mítt arbeiði og skylda at hava fundir við føroyskar politikarar fyri at tryggja mær, at Huawei verður rættvíst viðfarið og uttan diskriminatión. So endmál mítt at fara til Føroyar var einfalt – at tryggja, at Huawei verður viðfarið virðiliga, sigur hann.

Feng Tie vil ikki svara spurninginum, um møgulig handilsavtala millum tey bæði londini stendur og fellur við, um Føroyar fara at brúka Huawei sum veitara.

– Eg tosaði við føroyingar um mangt og hvat, bæði Huawei og handilssambond. Men vanliga siga vit ikki almenninginum, hvat verður tosað á afturlætnum fundum. Tað er vanlig diplomatisk mannagongd.

Spurdur um hann ikki vil viðmerka, um hann setti samband ímillum handilsavtalu og samstarv við Huawei, svarar hann:

– Tað vil eg ikki viðmerkja, men eg vil fegin leggja dent á, at eg ikki hótti nakran. Tað er eisini váttað av føroyingunum, og teir mugu vera teir bestu at døma, um eg hótti teir ella ikki.

Fleiri danskir politikarar, teirra millum Lars Løkke Rasmussen, hava heitt á stjórnina um at mæla Føroyum frá at velja Huawei. Feng Tie hevur tó álti á føroyingum.

– Tey eru eitt lítið land, men eisini eitt viljasterkt fólk. So eg eri vísur í, at tey taka tær røttu avgerðirnar.