Enn ein hitabylgja rakar Evropa

Veðurfrøðingar rópa aftur varskó.


Veðurstøðir í Evropa rópa varskó um enn eina hitabylgju. Hon rakar eftir øllum at døma Vesturevropa í næstu viku.  

Mett verður, at hitin í Spania verður omanfyri 40 hitastig.

Veðurstøðir í Fraklandi ávara eisini um ógvusligan hita. Týsdagin vera umleið 35 hitastig um alt Frakland. Mikudagin og hósdagin verður hitin væntandi upp í 39 og 40 stig í støðum. 

Enn er ilt at siga, hvussu leingi hitabylgjan fer at vara, skrivar norski tíðindamiðilin VG.

Í junimánaði var metheitt í Fraklandi, og mynduleikarnir høvdu fleiri átøk, fyri at hjálpa fólki ígjøgnum ógvusliga hitan. Millum annað vórðu skúlar stongdir, og kølirúm latin upp ymsastaðni. Fornminnisøvn høvdu ókeypis atgongd, fyri at loyva borgarum inn at njóta útluftingina. Eisini sprændu mynduleikar við vatnkanónum, fyri at bjarga fólki frá ovurhiting.

Fleiri fólk lótu lív av ógvusliga hitanum í junimánaði.

Nú stúra veðurfrøðingar fyri, at støðan í næstu viku aftur gerst hættislig.