Enn ein Trump ráðharri farin úr starvi

Arbeiðsmálaráðharrin mátti siga seg úr starvi eftir harðar atfinningar fyri ákæruleiklut í neyðtøkumáli

Amerikanski arbeiðsmálaráðharrin, Alexander Acosta, hevur fyri løtu síðani sagt seg úr starvi hjá Trump stjørnuni.

Uppsøgnin kemur eftir, at Acosta hevur verið undir hvøssum atfinningum fyri sín leiklut sum ákæri í einum máli, har ríkmaðurin Jeffrey Epstein var ákærdur fyri at gera seg inn á gentur undir aldur.

Jeffrey Epstein varð herfyri handtikin fyri at hava rikið menniskjahandil við gentum, ið vóru yngri enn 15 ár. Í sambandi við handtøkuna fann løgreglan eisini fleiri hundrað nakinmyndir av ungum gentum í íbúðini í New York.

Acosta var ákæri, tá Epstein ákærdur fyri at hava gjørt seg inn á ungar gentur. Ásamt kom tá um sáttargerð um partvísan ákærufrágang, um Epstein játtaði seg sekan. Epstein fekk 13 mánaðar fongsulsrevsing, og atfinningar hava verið, at hetta var alt ov lítið í mun til grova lógarbrotið.

Acosta vardi mikudagin avgerðina, og segði, at um avtala ikki var fingin í lag við Epstein, var ikki vist, at hann hevði verið dømdur.

Alexander Acosta er sostatt tann seinasta í longu røðini av starvsfólki, ið antin eru søgd úr ella hava sagt seg úr starvi í Trump stjórnini.