Enn er eingin loysn funnin

Ymsir møguleikar verða kannaðir fyri at sleppa undan tí, sum kann enda við eini umhvørvisvanlukku

Enn hevur IRF ikki funnið nakra loysn upp á álvarsama trupulleikan, tey eru komin í við spilloljuni.

IRF hevur havt eitt virki, har tey taka ímóti spillolju frá skipum, virkjum, fyritøkum, og øðrum.

Oljan hevur verið reinsað, og er síðani seld aftur. Men herfyri boðaði keyparin, sum hevur tikið ímóti nógv størstu nøgdini avteirri reinsaðu oljuni, frá, at tey kunnu ikki tikið ímóti reinsaðari olju longur, og ein annars stórur keypari er farið at taka ímóti væl minni nøgdum.

Men nú tey ikki sleppa av við tað reinsaðu oljuna, er framtíðin hjá spilloljuvirkinum komin í vanda, tí fær IRF ikki inntøkur av at selja reinsaða olju, hevur IRF heldur ikki fígging til at varðveita virksemið á virkinum.

Ein umsókn til landsstýrið um at fáa eina eykajáttan til endamálið, er havnað og tí verða aðrir møguleikar kannaðir.

Hetta kann enda við størstu umhvørvisvanlukku í Føroya søgu, segði Poul Andrias Joensen, stjóri í IRF, fyri eini góðari viku síðani.

 

https://www.in.fo/news-detail/news/tad-verdur-sjalvandi-ikki-godtikid/?no_cache=1Les meiri um tað her: Hetta verður sjálvandi ikki góðtikið

 

Hann segði eisini, at tað hevði hampiligan skund at finna eina loysn, tí goymsluplássið er rættiliga avmarkað.

Og nú sigur hann, at enn er eingin loysn funnin. Tó sigur hann, at tey hava fingið eitt andarhol við tað, at teir stóru keypararnir, sum annars ikki skuldi taka ímóti meiri av reinsaðu oljuni, hevur játtað at taka nakað afturat, og tað hevur munað rættiliga væl.

Samstundis er olja eisini send av landinum.

Ein annar møguleiki er at selja reinsaða olju til aðrar oljufýringar í landinum, men tað verður undir øllum umstøðum ein avmarkað søla, tí tað eru bara tær stóru oljufýringarnar, sum kunnu brenna hesa oljuna.

Meiri olju, vit sleppa av við av reinsaðari olju í Føroyum, tess minni verður hallið hjá IRF av hesum virkseminum, leggur hann afturat.

So, hvat hetta endar við, dugur hann ikki at siga, men hann sigur, at tað slepst ikki undan at finna eina loysn, hvør hon so verður.

Annars mugu vit, í evsta føri, gevast at taka ímóti spilloju, men tað verður heilt avgjørt tað allarseinasta, vit gera, sigur stjórin í IRF.