Enn er óvist nær samráðingar verða

Semingsmaðurin fer nú at hava fyrireikandi fundir, áðrenn meiri verður gjørt

Enn er óvist, nær semingsmenninir fara at kalla Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið saman til fundar í eini roynd at fáa partarnar at semjast um ein nýggjan sáttmála.

Partarnir hava samráðst í eina tíð, men fríggjadagin kastaði Fíggjarmálaráðið handklæðið í ringin og sendi boð eftir semingsmonnunum.

Síðani hava semingsmenninir fingið fundarfrágreiðingar, og onnur skjøl í sambandi við samráðingarnar, og hesir seinastu dagarnir eru farnir at gjøgnumganga alt tað tilfarið.

Terje Sigurðsson, semingsmaður sigur, at nú fara teir fyrst at hava fund við partarnar hvør sær. Í hesum sambandi er Starvsmannafelagið boðsend at koma á fund seinnapartin í dag.

Fíggjarmálaráðið bíðar enn eftir fundarboðum, men fundur verður ikki við tey í dag, sigur semingsmaðurin.

Hann sigur, at tískil er tað enn ógreitt, nær allir partar fara at hittast til samráðingar, tí enn fyriliggur einki um tað.

Eyðvitað er tað mest spurningurin um, hvussu stór lønarhækkingin skal vera, sum skilur partarnar, men Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum, hevur sagt, at tað er langt ímillum partarnar.