Enn koyra ov fáir bilar gjøgnum Eysturoyartunnilin

Enn vanta 2.000 bilar um dagin í mun til metingarnar

Tunnilsmunnin í Rossagili norðan fyri Hvítanes

Tunnilsmunnin í Rossagili norðan fyri Hvítanes

Í marsmánaði koyrdu bara 4.297 bilar í gjøgjum Eysturoyartunnilin um dagin. Tað er munandi færri bilar, enn metingarnar søgdu frammanundan. Tá varð roknað við, at 6.300 bilar fóru at koyra gjøgnum tunnilin um dagin.

Í januarmánaði koyrdu í miðal 4.667 bilar um dagin. Í februar minkaði talið niður á 3875, og í mars kvinkaði talið uppaftur á 4.297, sum er væl minni enn í januarmánaði og munandi minni enn metingin upp á 6.300 bilar um dagin.

Tunnilsmunnin í Rossagili norðan fyri Hvítanes