Graslíkið til allar bygdir í Sundalagnum

Nýggja graslíkið við Margáir verður tikið í nýtslu, tá B36 vitjar hjá EB/Streymi sunnudagin. Ætlandi skulu allar bygdirnar í kommununi hava graslíkisvøll

 

 

Arbeiðið við at leggja nýggjan vøll á við Margáir er nú komið so mikið áleiðis, at vøllurin verður klárur at brúka sunnudagin. Tað skrivar Sunda Kommuna á heimasíðu sínari.

 

Í tí sambandi kemur, Thordis Dahl Hansen, forkvinna í trivnaðarnevndini, at siga nøkur orð og kommunan bjóðar øllum til kaffi og kakur í steðginum.

 

Sunda kommuna hevur umframt vøllin við Margáir eisini lagt nýtt graslíki á vallir í Hvalvík, á Langasandi, í Tjørnuvík, á Oyri og við Norðskála. Seinni er ætlanin at gera vøll við Gjógv.

 

Hetta er alt partur av eini langtíðar ætlan hjá býráðnum, sum byrjaði í 2007 tá vallir vórðu gjørdir í Haldórsvík og Hósvík. Ætlanin er, at allar bygdir skulu fáa slíkar vallir. Endamálið við hesum er, at geva børnum og ungum í kommununi góðar umstøður at íðka ítrótt og vera likamliga virkin, skrivar kommunan á heimasíðu sínari.