Føroysk kappróðrarstevna í Odense

Kappingarárið fyri føroyskan kappróður í Danmark verður í vikuskiftinum skotið í gongd í Odense.

Kappingarárið fyri føroyskan kappróður í Danmark verður í vikuskiftinum skotið í gongd í Odense.

 

Komandi leygardag skipar Róðrarfelagið Sleipnir fyri fyrstu av fimm árligu stevnunum har róð verður um stig til danska meistaraheitið í kappróðuri í føroyskum bátum.

 

- Veðrið sær út til at blíva av tí allar fagrasta og vit meta at fáa vitjan av umleið 300-400 fólkum á degnum, sigur Guðrið Krúnufjall, forkvinna í Sleipnir.

 

Stevnan verður sett kl. 13.00 og hereftir fer kappróðurin í gongd. Gjøgnum allan dagin verður møguleiki fyri at keypa føroysk ábit og drykkjuvørur, umframt at umboð úr dansifelagnum

 

Miðgarðsormurin skipa til føroyskan dans. Seinni um kvøldið fer Símun von Konoy at spæla til dans. Sí stevnuskránna á www.sleipnir.dk

 

Sleipner sigur, at tað er bert vegna alla tað góðu hjálp, felagið hevur fingið frá øðrum feløgum og einstaklingum, at tað hevur verið møguligt at stápla stevnuna upp á beinini. Og felagið takkar tí øllum teimum, sum hava hjálpt til áðrenn, undir og aftaná stevnuna.