Enskt ger innrás í málið hjá ungum

Tað staðfestir ein kanning hjá læraralesandi á Námsvísindadeildini.

Tær tríggjar, Lena Jacobsen, Rebekka á Neystabø Jacobsen og Karina I. Sivertsen, sum hava gjørt kanningina.

Tær tríggjar, Lena Jacobsen, Rebekka á Neystabø Jacobsen og Karina I. Sivertsen, sum hava gjørt kanningina.

Ávirkanin av enskum á føroyskt talumál er stór, og hon er serliga stór í málinum hjá børnum og ungum, sambært kanning, sum Lena Jacobsen, Rebekka á Neystabø Jacobsen og Karina I. Sivertsen hava gjørt í sambandi við bachelor-ritgerð á Námsvísindadeildini.

Í sambandi við ritgerðina, gjørdu tær lurtikanningar og eygleiðingar í fleiri næmingabólkum umframt samrøður í átta ymiskum skúlum við næmingar úr fjórða til sjeynda flokk. Harafturat fingu tær 2.700 svar gjøgnum spurnablað.

- Tá ið vit lurtaðu eftir teimum ungu, løgdu vit til merkis, at tað var mest í fríspæli, at tey tóku ensk orð upp í málið, tað vil siga, tá ið tey høvdu fríkorter og annars í vanligum práti millum næmingar. Vit hoyrdu fleiri dømi um, at næmingar valdu ensk orð fram um eitt púra vanligt føroyskt orð, siga tær við Skúlablaði.

Í spurnakanningunum kannaðu tær eisini, hvørt tey ungu valdu fremmandaorð fram um nýgjørd føroysk orð. Her varð funnið fram til, at børn og ung av og á halda føroyska orðið kennast meira fremmant enn eitt orð á enskum.

- Tað føroyska orðið kann virka fremmant, tí tey ikki hoyra tað so ofta, ella tí tey ikki hava hoyrt tað fyrr, og tað enska orðið liggur fremri í minninum, nevniliga tí at tey hoyra tað oftari. Høvuðsorsøkin til, at tey taka til ensk orð fram um føroysk, er, at tað er móti at brúka ensk orð, og tað er ókul at tosa ógvuliga føroyskt, siga tær.

Tær tríggjar, Lena Jacobsen, Rebekka á Neystabø Jacobsen og Karina I. Sivertsen, sum hava gjørt kanningina.