Byrsumúlið skeyt best

Skjótiítróttin í Føroyum er í vøkstri, og nú er fyri fyrstu ferð skipað fyri liðkapping í trap. Áður hevur ikki verið grundarlag fyri hesum, men nú fýra virkin skjótifeløg eru í Føroyum, varð gjørt av eisini at hava eina liðkapping í ár. Kappingin varð skipað soleiðis, at tveir skjúttar (av fýra) hava umboðað liðið hvørja ferð. Vinnandi liðið hevur fingið 5 stig, nummar tvey fýra stig o.s.fr. Tilsamans eru skotin fýra umfør í liðkappingini.

 Stórur spenningur var undan seinasta umfarinum, tí bert eitt stig var á muni millum Byrsumúla A og Sunda Byrsufelag A. Byrsumúli A var frammanfyri, men um Sunda Byrsufelag vann kappingina í dag, gjørdust teir Føroyameistarar. Kappingin í dag lagaði seg tó soleiðis, at Byrsumúli A vann við 106 dúgvum (av 150), Byrsumúli B bleiv nummar tvey við 92 dúgvum og Sunda Byrsufelag A gjørdist nummar trý, somuleiðis við 92 dúgvum. Byrsumúli B fekk tó fleiri dúgvur enn Sunda Byrsufelag A í seinasta umfarinum, og gjørdist tí nummar tvey.

Kappingin endaði við, at A-liðið hjá Byrsumúla gjørdist Føroyameistari.

 

Samlaða støðan í liðkappingini gjørdist:

1.       Byrsumúli A                        19 stig  
(Esmar Andreasen, Finn Ludvig, Sigurd Rasmussen og Sigvald Zachariassen)

2.       Sunda Byrsufelag A         16 stig  
(Ragnar við Streym, Eirikur Elisson, Hávarður Fjallstein og Marius Joensen)

3.       Byrsumúli B                        13 stig  
(Dorian Petersen, Alex Joensen, Regin Hentze og Høgni Á. Danielsen)

4.       Sands Skjótifelag                4 stig

5.       Sunda Byrsufelag B            1 stig

 

Kappingin í dag er samstundis eisini fyrri kappingardagurin í FM-einstaklingakappingini, sum endar í morgin. 11 skjúttar luttaka í kappingini. Trý umfør eru skotin í dag, og tvey umfør og finala verða skotin í morgin. Byrjað verður klokkan 13. Aftaná dagin í dag er Finn Ludvig greitt á odda í kappingini við 59 dúgvum av 75, meðan næsti maður hevur fingið 50 dúgvur. Kappingin í dag var nakað darvað av vánaliga veðrinum, men veðurforsagnirnar tykjast nakað bjartari fyri dagin í morgin.