Eplir fíggja svimjitiltøk

Limir í Havnar Svimjifelag hava sett niður epli í Leynum, sum tey síðani selja fyri á tann hátt at spjaða eitt sindur til fíggjarliga hjá felagnum.

Í gjár var ein góður dagur, og tóku tey upp út við 800 kilo av eplum. Har vóru bæði svimjarar, foreldur og systkin og tóku upp – eisini fyrrverandi løgmaður Jóannes Eidesgaard, ið hevur fleiri abbabørn, sum svimja.

Í dag selja tey epli uttan fyri svimjihøllina í Havn til klokkan 16.

##med2##

##med3##

##med4##