Er Cannabis vandamikið?

Upp undir hetta valið havi eg óteljandi ferðir hoyrt, at Cannabis ikki er vandamikið. Í fyrstani hugsaði eg ikki, at fólk tóku tað í álvara, men seinastu dagarnar havi eg prátað við fleiri ung, sum hava fingið ta fatan, at Cannabis er alt annað enn vandamikið, og tí havi eg hug at koma við eini viðmerking. Eg skal skunda mær at siga, at henda viðmerking ikki snýr seg um Cannabis sum heilivág, men um at afturvísa, at Cannabis ikki skal vera vandamikið, tá tað verður tikið fyri at rúsa seg. At siga, at Cannabis ikki er vandamikið, er tað sama sum at siga, at sigarettir ikki eru vandamiklar. Men sum við sigarettum og krabbameini, vita vit ikki, hvør fær krabbamein ella hvør fær avbjóðingar av Cannabis. Vit vita tó, at yngri børn og ung eru, tá tey taka hetta evnið, størri eru negativu avleiðingarnar av nýtsluni, eitt nú vandin fyri at fáa psykosur, og størri er vandin fyri, at tú verður tengdur at evninum.

 

THC og CBD

Cannabis stendur av umleið 140 ymiskum evnum ella cannabinoidum, og regluliga finna granskarar nýggj evni í Cannabis at leggja afturat rúgvuni. Vanliga, tá man tosar um Cannabis, eru tað tó serliga tvey evni, sum tosað verður um: THC og CBD. Hesi bæði evni kunnu vit siga, hava tvær heilt ymiskar funktiónir. 

Fyri at gera eitt torskilt evni lætt at skilja, kanst tú siga, at THC er tað evnið, sum gevur tær rúsin, eins og THC í stóran mun er knýtt at negativu avleiðingunum av Cannabis nýtsluni. THC økir nevniliga vandan fyri, at tú verður bundin av Cannabis og fært psykosur. CBD er hinvegin tað evnið, sum sjúklingar njóta gott av, tí tað minkar um sjúkueyðkenni, linnar pínu og so framvegis. Meðan THC økir um vandan fyri, at brúkarin fær psykosur, ger CBD júst tað mótsætta og minkar um vandan fyri psykosum, tá ein brúkar Cannabis.

Seinastu árini er koncentratiónin av THC økt munandi í Cannabis, og hon økist í heilum. Tá konsentratiónin av THC økist, er avleiðingin fyrst og fremst, at tað er lættari at gerast tengdur at Cannabis, men harumframt økist vandin fyri negativu avleiðingunum sum eitt nú psykosum. Orsøkin er tann, at tá THC konsentratiónin økist, minkar koncentrationin av CBD av sær sjálvari, og hetta elvir til, at tann verjandi effektin móti psykosum o.ø, sum nátúrliga er til staðar í CBD’num, minkar. Avleðingin er, at Cannabis í dag hevur eina stóra yvirvág av tí skaðiliga evninum, samstundis sum tann verjandi effektin er minkað munandi. Og hetta sæst eisini aftur í tí vaksandi talinum á ungum, sum m.a. fáa psykosur í samband við Cannabis nýtslu, sum kann koma at hava álvarsligar avleiðingar fyri teirra sálarheilsu restina av lívinum. 

Tá THC konsentratiónin økist, er sum nevnt, lættari at gerast bundin at Cannabis, og júst hetta kann eygleiðast í tølum, sum vísa, at fleiri og fleiri ung, sum koma í viðgerð fyri sín bundinskap fyri fyrstu ferð, koma í viðgerð, tí tey eru tengd at Cannabis, tvs. at Cannabis er teirra primera ella einasta evni, tey eru tengd at. Og talið av ungum, sum koma í viðgerð fyri Cannabis, uttanlands, er økt munandi seinastu árini. 

Kanska onkur heldur, at man átti at avkriminalisera Cannabis fyri betri at kunna stýra konsentratiónini av THC og CBD. Men hyggja vit til Hollands, har tú kanst fara inn á Coffeeshops og keypa Cannabis, sæst sama gongdin har, konsentratiónin av THC er økt munandi samstundis, sum CBD’ið er minkað. So hóast tað ber til at stýra konsentratiónini í Hollandi, er einki sum røkist fyri, at konsentratiónin av THC verður stýrd, og tí er tað neyvan nøkur loysn heldur.

Tá man fer út og sigur, at Cannabis ikki er vandamikið, so er tað als ikki rætt. Cannabis er vandamikið, og serliga vandamikið er tað fyri børn og ung, har heilin enn er í gerð.