Er Fjarhitafelagið ein sólskinssøga?

At gagnnýta avlopshita gevur meining, men brúkararnir rinda ovurprís og fíggja útbyggingina av fjarhitanum í kommununi. Javnan eru atfinningar frammi í móti Fjarhitafelagnum:

 

 

 

Tænastan er ikki góð, kunningin er lítil

Lítið fæst at vita um ætlanir, kostnaðir, útrokningar, roknskapir

Fjarhitafelagið brúkar nógva olju, tí avlopshiti vantar

Grundleggjandi skuldu fortreytirnar hjá Fjarhitafelagnum verið góðar, tí at orkan, sum er fingin frá brennistøðini og Sundsverkinum, er ókeypis - og vit fáa at síggja, hvussu verður við biogassverkinum.

Útreiðslurnar hjá felagnum stava tí einans frá umsiting, røkt og útbygging av skipanini.

Eitt tilgjørt brúkaragjald er gjørt, sum einki hevur við fjarhita at gera: kostnaðurin at hita eini hús við fjarhita er ásettur at vera tann sami, sum tað kostar at hita eini hús við einari oljufýring.

Hetta gevur fleiri skeivleikar m.a. at tað kostar 17.000 krónur árliga at hita eini sethús í Hoyvíkshaganum við orku frá Fjarhitafelagnum. Við einari nýggjari oljufýring, hevði kostnaðurin verið 14.500 krónur, við øðrum orðum 2.500 krónur minni.

Høvdu somu hús havt t.d. jarðhita, so hevði tað einans kostað 9.000 krónur - ein munur upp á 8.000 kr.

Veruleikin er, at vit hava eitt alment partafelag, sum - í eini monopolstøðu - hevur fríar ræsir til sjálvt at gera av, hvørjar spælireglurnar eru, tí hetta øki er ikki lógarregulerað..

Tað eru eisini grundaðar orsøkir at seta spurningin, um stóru útbyggingarnar hjá Fjarhitafelagnum verða fíggjaðar við tí peningi, sum brúkararnir í Fjarhitafelagnum gjalda ov nógv.

Og tað kann ikki vera rætt, at t.d. barnafamiljur, sum í íbúðarneyð, hava skrivað undir um at vera íbundin fjarhitaskipanini - í allar ævir skulu vera stavnsbundin at rinda fyri at útbyggja skipanina um allan býin.

Samanumtikið er tað framvegis eitt gott hugskot at nýta avlopsorku, ið fór upp í royk, um vit ikki høvdu fjarhitaskipanina. Eisini hóast tað er eitt orkutap er í kilometralongu rørunum.

Men tað er ikki í lagi, at Fjarhitafelagi framhaldandi setir oljufýringar upp í býnum, tí at tað er ikki nóg mikið av avlopshita til allar brúkararnar í skipanini. Tað, at Fjarhitafelagið í 2019 nýtti meira enn eina millión litrar av olju, ber ikki rætta vegin.

Um eg fái møguleikan, vil eg arbeiða fyri at hækka tænastustøðið, betra um kunningina og gjøgnumskygni. Eisini vil eg, at hetta økið grundleggjandi verður endurskoðað.

 

Jón Kragesteen, valevni fyri Tjóðveldi