Tað eru bara 100 metrar eftir gonguvegnum frá bilinum, sum ikki hevur givið seg til kennar, og til heimið hjá ríkmanshjúnunum.

Er hon rænd - ella bara dripin?

At eyðmerkja seinastu bilarnar, sum vóru í nærumhvørvinum í Lørenskog, kann potentielt leiða løgregluna til tey, sum framdu brotsgerðina móti Anne-Elisabeth Hagen.

Tað eru bara 100 metrar eftir gonguvegnum frá bilinum, sum ikki hevur givið seg til kennar, og til heimið hjá ríkmanshjúnunum.

 

Tað er 11. desember í dag og 20 dagar eftir av hesum árinum. Í gátuføra málinum í Noregi um horvnu ríkmanskonuna, Anne-Elisabeth Hagen, hevur kanningarleiðarin, Tommy Brøske, fyrr í heyst sagt, at løgreglan miðjar eftir at loysa hetta mál, áðrenn 2019 rennur út.

Men, herfyri ásannaði kanningarleiðarin eisini, at tíðin rennur skjótt, og skal málið greiðast fyri árslok, er neyðugt við avgerandi frambrotum. Løgreglan sigur sjálvsagt ikki alt, tey vita ella kunnu vita og tey, sum fylgja málinum, vita bara tað, sum norskir miðlar skriva. 

At síggja til er serligt fokus í løtuni á akfør, sum vóru í umhvørvinum, har ríkmanshjúnini búðu, og tað er serliga fyrraparturin hin 31. oktober í fjør, sum er áhugaverdur. Tað er hann, tí tað var júst henda dag fyri meira enn 400 døgum síðan, at Anne-Elisabeth Hagen sporleyst hvarv.

Alla hesa tíð er ikki eitt einasta eitt lívstekin komið frá henni - heldur ikki, hóast maður hennara, miljarderurin, Tom Hagen, í summar rindaði umleið 10 miljónir norskar krónur júst fyri at fáa lívstekin. Sonevndu ránararnir høvdu tá í krypteraðum boðum sagt, at konan framvegis er á lívi.

Men, heldur ikki eftir hetta "samband" millum partarnar og heldur ikki eftir hesa peningaupphædd er nakað lívstekin komið. Í fyrstani sá hetta út til at vera eitt mál, har sonevndu ránararnir vildu hava eitt stórt loysigjald, men skalt tú fáa stórt loysigjald, er í slíkum føri neyðugt við lívstekini.

Løgreglan arbeiddi í fleiri mánaðir við tí høvuðsástøði, at Anne-Elisabeth Hagen er rænd við fíggjarligum endamáli, men sum tíðin leið, broytti løgreglan sítt høvuðsástøði til, at Anne-Elisabeth Hagen helst er dripin. Tískil kann hóttanarbrævið, sum lá í heiminum, eftir at konan var horvin, vera "plantað" í húsini fyri at villleiða.

Tommy Brøske, kanningarleiðari, hevur áður sagt, at løgreglan útihýsir ikki møguleikanum, at ríkmanskonan er rænd við fíggjarligum endamáli, men hann sigur, at høvuðsástøðið er broytt, soleiðis at løgreglan heldur, at Anne-Elisabeth Hagen er dripin, tí eingin lívstekin yvirhøvur eru.

Á viðheftu myndum, sum VG eigur, sæst, hvussu húsini hjá ríkmanshjúnunum ligga við fríøkið, nær Langvannet, sum vatnið verður rópt. Her liggur, sum eisini sæst á myndunum, ein gongugøta, har bilar tó onkuntíð koyra, tó at tað ikki er loyvt. Upptøkur vísa, at nakrir fáir bilar koyrdu eftir gonguvegnum feigdarmorgunin, tá Anne-Elisabeth Hagen hvarv.

Eftir hesi gongugøtu kann komast frá heiminum hjá ríkmanshjúnunum og út á høvuðsvegin, sum gongur til Oslo. Løgreglan heldur, at gongugøtan saktans kann hava verið brúkt sum rýmingarvegur, tá ríkmanskonan hvarv. Tað eru eingi vakmyndatól við húsini, men nøkur eru í øvutari síðu av vatninum, soleiðis sum niðasta myndin vísir.

##med2##

Tommy Brøske sigur, at ferðslan um hesar leiðir framvegis hevur høgan prioritet hjá norsku løgregluni. Hann hevur víst á, at hóast loyvt ikki er at koyra eftir gongugøtuni, skulu fólk, sum vóru um hesar leiðir í bili henda morgunin, venda sær til løgregluna, tí løgreglan fer ikki at krevja sekt fyri ólógliga koyring í hesum føri.

Mett verður, at eyðmerkingin av bilum í umhvørvinum hin 31. oktober í fjør saktans kann leiða løgregluna til brotsmannin ella brotsmenninar, men hetta er eitt ógvuliga krevjandi arbeiði, tá nógv ferðsla var í økinum júst henda morgunin. Herfyri segði Tommy Brøske, at løgregluni vantar at eyðmerkja einar 10 bilar í økinum.

- At eyðmerkja seinastu bilarnar, sum vóru í økinum henda morgunin, kann potentielt leiða løgregluna til tey, sum framdu brotsgerðina móti Anne-Elisabeth Hagen, skrivar VG.

##med3##

 

 

Tað eru bara 100 metrar eftir gonguvegnum frá bilinum, sum ikki hevur givið seg til kennar, og til heimið hjá ríkmanshjúnunum.