Er til reiðar at tvinga kommunur til at leggja saman við lóg

So kann fólkaskúlin verða fluttir frá Landinum og leggjast undir kommurnar at umsitast, heldur talsmaður fyri samgonguna

Hetta málið hevur ligið óloyst alt ov leingi sigur Christian Andreasen, tinglimur fyri Fólkaflokkin

Hetta málið hevur ligið óloyst alt ov leingi sigur Christian Andreasen, tinglimur fyri Fólkaflokkin

Fleiri kommunur í landinum skulu leggjast saman. Tað heldur Christian Andreasen, sum er talsmaður hjá Fólkaflokkinum, nú Løgtingið er farið undir aðalorðaskifti um ólavsøkurøðuna hjá løgmanni.

– Sum politikarar mugu vit hava rygg til at broyta almenna bygnaðin og at leggja fleiri øki undir kommunurnar at verða umsitin, sigur hann.

Hann heldur ikki, at ætlanin um sjálvbodnar kommunusamanleggingar, hevur givið úrslit og tí heldur hann, at landsmyndugleikarnir eiga at taka stig til at fáa tað í lag, og verður tað neyðugt, eigur tað at gerast við lóg, sigur talsmaðurin fyri Fólkaflokkin.

Hann sigur, at skulu vit hugsa um at leggja fleiri øki undir kommunurnar at verða umsitin, er tað ein fortreyt fyri at tær verða lagdar saman í størri kommunur.

Eitt nú heldur Christian Andreasen, at tað hevði borið til at flutt allan fólkaskúlan frá landsmyndugleikunum, og leggja hann undir kommunurnar.

Hann sigur, at tað kundi flutt eina stóra umsiting úr Havnini og flutt tær út á kommunurnar kring landið.

Men hetta skurrar í oyrunum á einum øðrum tinglimi fyri samgonguna, nevniliga Bill Justinussen, tingmanni fyri Sambandsflokkin.

Hann sær ikki nakran fyrimun í at flyta fólkaskúlan undir kommunurnar at umsitast. Tvørtur ímóti stúrir hann fyri hesum, tí hann vísir á, at tað er ógvuliga ymiskt, hvussu kommunurnar eru fyri. Tú stúrir hann fyri, at vit fáa ein fólkaskúla, sum er ymiskur, alt eftir, hvussu væl kommunurnar eru fyri fíggjarliga.

– Tað er nettupp tí eg sigi, at vit eiga at leggja kommunur saman, svarar Christian Andreasen. Hann sigur, at politikarar hava latið hetta málið ligið óloysat alt ov leingi tí ein fortreyt fyri at leggja fleiri øki yvir á kommunurnar, er at leggja tær saman.

– Tað hevði styrkt um kommunurnar at tær løgdu saman, eingin ivi um tað, sigur Christian Andreasen.

Hetta málið hevur ligið óloyst alt ov leingi sigur Christian Andreasen, tinglimur fyri Fólkaflokkin