Erla Kongsdóttir verður fyribils tikin úr sigling

Strandferðslan hevur funnið eitt avloysaraskip

Tanum kemur úr Nólsoy til Havnar við ferðafólki í morgun

Tanum kemur úr Nólsoy til Havnar við ferðafólki í morgun

Strandferðslan hevur nú boðað nólsoyingum frá, at Erla Kongsdóttir verður tikin úr sigling fyribils. Tað hendur eftir at rútur aftur brotnaði á Erlu Kongsdóttir, tá ið hon var á veg úr Nólsoy til Havnar í morgun. T

Tey høvdu bara siglt eina lítla løtu, tá ið hon setti í eina aldu og rúturin brotnaði, so hon vendi við og fór aftur til Nólsoyar.

LES MEIRI HER: Aftur ein rútur brotnaður á Erlu Kongsdóttir

Nólsoyingar tóku stig til at fá bjargingarbátin, Tanum, at koma til Nólsoyar eftir ferðafólki og síðani hevur Strandferðslan leigað hann tveir túrar. Sostatt verður tað Tanum, sum fer at sigla við túrin á miðdegi, men síðani fáa nólsoyingar aftur Jósup at røkja siglingina. Strandferðslan boðar frá, at tað verður Jósup, sum fer at røkja nólsoyarsiglingina hesar næstu dagarnar.

Vit hava roynt at fáa orðið á Strandferðsluna, men tað hevur ikki eydnast.

Niðanfyri erun nakrar myndur frá tí at Tanum kom til Havnar við ferðafólkunum úr Nólsoy í morgun

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

 

 

 

 

 

Tanum kemur úr Nólsoy til Havnar við ferðafólki í morgun