Eru nú yvir 52.000 íbúgvar

Fólkatalið er voksið við 868 fólkum seinasta árið

Mynd: Hagstovan

Mynd: Hagstovan

Tað eru nú yvir 52.000 fólk, ið búgva í Føroyum. Tað upplýsir Hagstova Føroya í nýggjastu hagtølunum yvir fólkatalið.

- Tann 1. august í ár vóru vit farin upp um 52-túsund fólk í Føroyum. Tá vóru vit 52.122 í tali, sum eru 868 fleiri enn eitt ár frammanundan. Tað kemur av eini nettotilflyting á 575 fólk, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og einum burðaravlopi á 293, sum er munurin millum fødd og deyð, skrivar Hagstovan.

Víst verður tó á, at tað er væl hugsandi, at talið av íbúgvum lækkar eitt vet næstu ferð, tí fráflytingin er vanliga størst í august.

- Men tað verður bara tann eina mánaðin, tí eftir tað kemur talið skjótt uppaftur og fara teir næstu mánaðirnar við verandi gongd enn longur upp um 52-túsund, skrivar Hagstovan. 

Mynd: Hagstovan